Ísrael hevur megnað at koppsett 150.000 fólk um dagin, og samanlagt eru nú meira enn 1,7 millión fólk koppsett. Tað búgva góðar 9 milliónir fólk í Ísrael.
Sambært hagtalsheimasíðuni Our World In Data hevur Ísrael nú koppsett sløk 20 prosent av fólkinum, og tað er lutvíst nógv mest. Onnur lond hava givið fleiri koppsetingar í tali, men einki annað land er í nánd av at vera komið so langt í koppsetingini av sínum egna fólki.
Ísrael gjørdi tíðliga keypsavtalu við Pfizer/BioNTech og tryggjaði sær nógva skamtar av vaksinu tíðliga. Harafturat hevur heilsuverkið veruliga brynjað seg út til at koppseta fólk, og tí hevur tað gingið sera skjótt higartil. Spurningurin er tó, um Ísrael sum frálíður fer at hava nokk av koppingarevni til at halda fram við somu ferð.
Føroyar eru millum tey londini, sum eru komin væl í gongd við koppsetingini. Sambært Landssjúkrahúsinum eru 1300 fólk nú koppsett fyri covid-19 í Føroyum, og tað svarar til umleið 2,5 prosent av fólkinum í Føroyum.
Mánadagin kemur nýggj sending av koppingarevni til Føroya, og Sjúkrahúsverkið roknar við at hava koppsett fleiri enn 2500 fólk, tá ið næsta vika er runnin – tað svarar til sløk 5 prosent av fólkatalinum.