Ísraels undirgangur

Talsmenn fyri Kristnar Zionistar í USA virka við lív og sál fyri, at Ísrael skal ganga til grundar og tess borgarar láta lív í einum komandi Armageddon

Hanus Kamban

-----------------

Eigur Ísrael at vera til?

Flestøll fólk í Europa og USA, og eisini í fjarskotnari londum, eru samd um, at ríkið Ísrael, sett á stovn í 1948, hevur rætt at vera til, og eru samd um at tryggja henda rætt. Nøkur av hesum fólkum kunnu tó ikki góðtaka, tá ið sama land í summum førum fer langt út um sámuligt mark, eitt nú har tað snýr seg um at kúga palestinar, nokta teimum eitt ríki, sýta teimum endurgjald fyri framdan órætt og at taka frá teimum land, sum Ísrael ongan rætt hevur til.

At menn sum Osama bin Laden ella Mulla Omar neyvan unna hesum ríki nakran tilverurætt, man lítil ivi vera um. Fara vit aftur í tíðina, so vita vit, at Amin al Husseini, stórmufti í Jerusalem í síni tíð, samstarvaði við tað nazistiska stýrið í Týsklandi.

Men, so merkiligt tað kann ljóða, virka á okkara døgum talsmenn fyri eini kristnari rørslu í vesturheiminum dag og nátt fyri, at Ísrael skal ganga undir og tess borgarar láta lív í viðurskiftum so ræðuligum, at vanligt vit illa kann ímynda sær tað.

Henda rørsla, sum rópast Kristnir Zionistar, fatar um ymiskar samkomur og felagsskapir. Hon heldur til í USA og er kanska tann størsta og ríkasta rørslan í hesum landi. Hon framleiðir á hvørjum ári í milliónatali av bókum, fløgum, sjónbondum og filmum, har boðskapurin verður lagdur fram. Hennara fremstu oddamenn eru kendir um alt USA. Bólkar í hesi rørslu gera eitt munagott hjálpararbeiði, og neyvan øll taka undir við teimum víðgongdu sjónarmiðum, sum hennara fremstu talsmenn umboða.

Premillenialisman

Søgan um upprunan hjá hesi rørslu er, gudfrøðiliga sæð, sera áhugaverd. Fræið gróðursettu í 16. øld Theodore Beza í Geneve og Martin Bucer í Strasbourg. Ein mansaldur eftir ta bretsku trúbótina vaks fram í Bretlandi ein vaksandi áhugi fyri “teimum evstu døgum”, sum so við og við bleiv skipanarliga savnaður og festur í eini gudfrøðiligari stevnu, sum rópast postmillenialisma. Í stuttum var fatanin tann, at fyrst fór at koma eitt túsundáraríki við friði og lukku, og eftir tað fór Kristus at koma aftur. Slóðbrótari í Bretlandi var Thomas Brightman (1562-1607).

Longu nú kom til sjóndar ein munur í bíbliufatan. Luther og Calvin hildu, at “Ísrael”, nevnt í Rómverjabrævinum 11:25, sipaði til ta kristnu samkomuna. Men millum postmillenialistar var fatanin tann, at “Ísrael” sipaði til ikki-kristnar jødar.

Fram ímóti endanum á 18. øld rendi henda stevna seg í andstreym. Bakløriftið fyri hesum streymskifti var gongdin í heiminum, fyrst og fremst tað amerikanska frælsiskríggið (1775-1784), tann franska kollveltingin og Napoleons nýggja keisaraveldi og tey kríggj, hann førdi.

Hesir tilburðir boðaðu ikki frá lukku ella friði, og úr tí almenna mistreysti, sum tíðin elvdi til, vaks fram ein nýggj stevna, sum verður rópt premillenialisma. Hugsanin var nú tann, at fyrst fór Kristus at koma aftur, og síðan fór at koma eitt túsundáraríki.

John Nelson Darby

Innan fyri hesa rørslu vuksu fram tvær ymiskar fatanir, tann “covenantala” og tann “dispensationella” premillenialisman. Munurin millum hesi tvey rákini hevur samband við tankan um jødanna leiklut í dómadagsfatanini.

Tey fyrru (“covenantal”) hugsaðu sær, at tað jødiska fólkið bleiv umvent og gjørdist partur av tí kristnu samkomuni. Tey seinnu (“dispensational”) hugsaðu sær, at Guds ætlan fyri kristin og jødar var ymisk, og at tann evsta tíðin kundi koma, eisini um jødarnir ikki vóru umvendir. Avgerandi var hinvegin, at teir vóru komnir heimaftur. Navnið kemur av, at hesi fólk hugsa sær, at Guds ætlan við mannaættini kemur í sjey opinberingum (“dispensations”), har menniskjuni verða “roynd”.

Tann “dispensationella” fatanin varð løgd fram á Albury ráðstevnunum, ið vórðu hildnar í Bretlandi frá 1826, og á Powerscourt ráðstevnuni í 1831. Eitt av hennara fremstu umboðum var John Nelson Darby (1800-82), av ensk-írskum bóndafólki, karismatiskur, og sera virkin trúboðari. Darby ferðaðist og prædikaði nógv í USA, og soleiðis fekk henda stevna fótafesti har. Úr henni er sprottin tann kristna zionisman. Hennara fremstu talsmenn í nýggjari tíð eru Tim LaHaye, Pat Robertson, Hal Lindsey og Jerry Falwell.

Kristin zionisma

Frá tíðliga í 19. øld mentist við stórum fetum áhugin fyri Palestina, og við honum tók seg so við og við fram tann hugsan, at jødarnir kanska fóru at venda aftur og seta búgv í sínum forna heimlandi. Tiltøk, sum fingu ferð á hesa tilgongd, vóru The Palestine Exploration Fund (PEP), stovnaður í 1865 og Suezveitin, bygd í 1869.

Men ikki fyrr enn í 20. øld fekk tann amerikanska kristna zionisman rættiliga vind í stórseglið. Høvuðsatvoldin til hetta var heimferð jødanna, ið varð stimbrað av virkinum hjá Theodor Herzl, og serstakliga hansara bók Der Judenstaat (1896), antisemitismu í Europa, jødajagstran í Russland og Balfour-yvirlýsingini tann 2. november 1917, har tann bretski uttanríkisráðharrin læt kunngera, at jødar fingu “eitt tjóðarheim” í Palestina.

Eftir at Ísrael var sett á stovn í 1948, eftir sigurin í 1967, og eftir at flokkurin Likud í 1977 hevði fingið stjórnarvaldið í Ísrael, vaks tann kristna zionisman fram til at gerast tann sterkasta lobby-rørslan í USA. Henda rørsla hevur í mong ár havt stóra ávirkan á amerikanskan uttanríkispolitikk og á møguleikarnar fyri friði millum palestinar og jødar.

Rørslan er í dag ein risastórur ídnaður, sum fyrst og fremst leggur dent á samskifti, á at ávirka statsmenn, politikarar og vanlig fólk og at ávirka fjølmiðlar í USA. Hon gevur út bøkur, fløgur og filmar, framleiðir sjónvarpssendingar og dvd-ir, hon skipar fyri ráðstevnum og fundum og Ísraels-ferðum og eigur sjónvarps- og útvarpsstøðir.

Armageddon

Rørslunnar høvuðstalsmenn eru sum nevnt Tim LaHaye, Hal Lindsey, Pat Robertson og Jerry Falwell, alt menn sum halda seg hava myndugleika til at útleggja skriftina og onkarrætt til ta røttu eksegesuna. Teirra bíbliufatan kann lýsast, við fáum orðum, sum ein hermeneutikk (t.e. bíbliutolking), ið er “literal” og “futuristic”. Hetta merkir, í fyrsta lagi at hvør útsøgn í bíblini skal fatast bókstavliga, og í øðrum lagi, at allir spádómar sipa neyvt - og nágreiniliga heilt niður í smálutir - til okkara tíð.

Og nú kemur tað áhugaverda. Í hugaheiminum hjá hesum fólkum rúgva tvey hugtøk mest upp, nevniliga Armageddon og fyribrigdið “rapture”, sum Darby hevur uppfunnið, við støði í Fyrra Tessalónikubrævi 4:16-17, og sum kanska kann umsetast til “burturrykking” ella “brádliga heimkallan”.

Tankin er, at alt Miðeystur, og við tí Ísrael, skal ganga til grundar í einum øgiligum bardaga, men at tey umvendu kristnu samstundis, ella beint undan ragnarøkum, verða “rykt upp í luftina” og soleiðis sleppa snikkaleys. Sambært summum talsmonnum verða 144.000 jødar bjargaðir. Hini, t.e. at kalla allir borgarar í Ísrael, láta lív og verða samstundis glatað. Her skal tó verða viðmerkt, at ástøðini um jødanna lagnu eftir Armageddon helst eru ymisk.

Tann stóri bardagin fer fram við Megiddo, einar áttati kilometrar norðan fyri Tel Aviv og einar 24 kilometrar frá Miðalhavsstrondini.

Tvinga forsjónina

Eingin ivi tykist vera um, at tað, hesi fólk umboða, er eitt slag av ynskisfullgerð. Tey føla, kanska í sínum dulviti, at hvørki Armageddon ella burturrykking eru partar av Guds ætlan. Nógv talar fyri, at hetta ástøði er rætt, kanska serstakliga tað, at navnframir kristnir zionistar ferð eftir ferð hava spátt, at Armageddon fór at koma og nevnt tað neyva árstalið – og at gongdin hevur víst, at spádómarnir vóru falskir.

Av somu grund ræður um, sum Grace Halsell tekur til, “to force God´s hand”, at koyra undir Gud og tvinga forsjónina til at gera eftir eins ynskjum. Tí virka hesi fólk nátt og dag við hamara og tong fyri at íbirta kríggj í Miðeystri. Tað, sum Gud ikki vil, skulu tey við makt og vold fremja.

Henda ætlan – sum minnir nógv um tað, sum Sigmund Freud rópti thanatos-trá (t.e. deyðslongsul) – fær sjálvandi avleiðingar fyri alt virkið hjá kristnum zionistum, og serliga teirra bibliuútlegging. Eg havi nevnt, at henda eksegesa er bæði bókstavtrúgv og futuristisk. Men tað áhugaverda er, at hesir profetar (1) í heilum mótsiga sær sjálvum, (2) bróta sína egnu grundreglu um bókstavtrúgvan lesnað, tá ið hetta fellur best og (3) opinlýst lesa ting inn í ta heilagu skriftini, sum ikki standa har.

Gog og Magog

Nøkur fá dømir bera skilliga prógv um hesa skriftreingjan. Hal Lindsey førdi í 1970 fram, at Ísraels fíggindi á evsta degi var Russland. Í 1997 var hetta broytt til “ein russiskur-muslimskur herur”, og í 1999 stóð ein “muslimskur-russiskur herur” á odda fyri óndskaparins ási (Sizer s 125). Sum vit síggja, verður bíbliufatanin broytt í samsvari við, at amerikanaranna fíggindamynd broytist. Eftir at Múrurin var fallin, og tann islamistiska fundamentalisman hevði avrøkt kommunismuna, bleiv neyðugt at endurskoða bíbliulesnaðin.

Hetta er tó lítið av miklum. Tí sami maður vil vera við, at “grashoppur” í Opinberingini eru “tyrlur”, at “hestar” eru “vápnaðar álopstyrlur”, at “bogin” í Opinberingini 6:1-2 er “ein koda fyri langtrøkkandi vápn sum ICBM”, at “gullkrúnur” eru “hjálmar hjá flogskiparum”, og at í Opinberingini 9:17 verður sipað til tað “kinesiska tjóðarflaggið” (Sizer 128). Gog og Magog, nevnd í Ezekiel 38:15-16 eru sambært Lindsay og Tim LaHaye Russland.

Ein annar talsmaður, Charles Dyer, vil vera við, at innrásin hjá Saddam Hussein í Kuwait verður avmyndað í Jesaia 13 (Sizer 133). Men tá ið sami Jesaja sigur, at “dagur Harrans er í nánd”, kemur trupulleikin, tí “í nánd” kann ómøguliga, fyri einari bókstavtrúgvari fatan, merkja um 2.500 ár. So her noyðast teir “literalu” eksegetarnir at fara burtur frá síni egnu fundamentalismu, um kabalan skal ganga upp.

Dagførd bíbliureingjan

Ein lesari við vanligum gonguviti kann illa koma til aðra fatan, enn at hesir talsmenn, sum gera seg til serfrøðingar, eru – um ein orðar seg varliga - fuskarar í fakinum. Sum heild ber til at siga um teirra bíbilsku hermeneutikk, at hon er eitt slag av støðugt dagførdari bíbliureingjan. Men hon avdúkar samstundis ein heilt serligan hugburð yvir av halgubók.

Tey flestu, sum skriva um bíbliuna - ein kristin søgufrøðingur sum Hans Andrias Sølvará, ein kritiskur humanistur sum Hjalmar Söderberg, eisini ateistiskir granskarar - fara um skriftina við virðing fyri tekstinum. Hesir kristnu zionistar fara um skriftina við størstu vanvirðing.

Men meira ræðandi enn vanvirðingin fyri halgubók er tann lagna, hesir menn ætla jødunum og Ísraels borgarum. Tí orðini “strika Ísrael av landkortinum” hóska veruliga til teirra kreativa bíbliubókhald. Um hvussu fer at ganga ísraelum í tí kríggi, sum teir kristnu zionistarnir á kunstigan hátt ætla at skapa, skrivar Hal Lindsey í The Final Battle:

Teirra hold skal verða tært burtur av teirra beinum, teirra eygu úr teirra eygnaholum, og teirra tungur úr teirra munnum, meðan teir standa á beinunum (Zakarja 14:12). Hetta er nett tað, sum kemur av tí ógvusligu geislingini frá eini neutronbumbu. (Sizer 195, Zakarja-brotið týtt úr amerikonskum).

Eitt hav av blóði

Lindsey førir fram, at eitt strekki upp á væl meira enn 300 kilometrar (200 miles) frá Jezreel-dalinum nær við Megiddo tvørtur um Jordan-dalin oman til Deyðahav og víðari til Aqaba-víkina fer at fyllast við líkum av djórum og menniskjum og við blóði. Hann skrivar:

Tað er næstan ógjørligt at ímynda sær dalin fyltan við blóði í fimm fóta hædd! Men tað er neyvt tað, sum Gud boðar frá, og hann heldur altíð orð. Summi hava spurt: “Fer blóðið ikki at storkna og ikki renna?” Blóð storknar ikki í ógvisligari geislan ... Orsakað av tí sterku geislingini storknar blóðið ikki. Tað verður í bókstavligari merking eitt hav av blóði fimm føtur djúpt. (Sizer 195-196).

Hitlers verk fullført

Ein annar kristin-zionistiskur serfrøðingur, Louis Goldberg, skrivar:

Tann ræðuleiki! Tann oyðilegging! Hvussu kunnu vit so mikið sum tosa um tað? Tað átti at fingið hvørt menniskja at grátið. Meðan ovnarnir í Auschwitz og Bergen-Belsen enn eru heitir í minninum á mongum ið hava livað jødatýningina av, hvussu kunnu vit so mikið sum hugsa um at ímynda okkum eitt annað hópdráp? (Sizer 197)

Og her eru vit helst við málsins kjarna. Sum øllum upplýstum fólki kunnugt, týndu nazistarnir 6 milliónir av jødum, serliga árini 1941-45. Hetta var ein avleiðing av teirri antisemitismu, sum er sprottin beinleiðis úr kristindóminum, og sum bæði katólskir og lutherskir kirkjumenn, teirra millum eisini Luther sjálvur, hildu við líka. Um tann komandi undirgangin skrivar Tim LaHaye:

Trongdartíðin hjá Jákupi, spádd í Jeremiasi 30:7 verður við vissu nógv verri enn tann spanska inkvisitiónin ... ella enntá jødatýningin hjá Adolf Hitler. (Sizer 194).

Sum politisk rørsla hevur tann kristna zionisman tann seinasta mansaldurin havt stóra ávirkan á ísraelskan politikk. Rørslan styðjar tann ísraelska apartheid-politikkin, virkar ímóti at lata palestinar fáa eitt ríki og roynir tað hon er ment at birta upp undir ófrið og kríggj.

Rørslan eigur eisini sín lut í, at ísraelar frá 1967 gjørdu ta dáragerð at fara undir búsetingar á Vestara Áarbakka. Hesin politikkur hevur havt við sær, at jørðin verður rænd frá hennara eigarum, og at fólkið á staðnum, eisini kvinnur og børn, verða jagstrað og myrd. Hann er (sum greitt verður frá í bókini Occupied Territories eftir Gershom Gorenberg, I.B. Tauris 2007) tann størsta forðingin í dag fyri einum tryggum framtíðar Ísrael.

So eisini sum politisk rørsla hava hesir kristnu zionistar bæði skatt Ísraels umdømi í ólukkumát og verið við til at skapa ta demografisku fellu, sum landið nú kennir seg hótt av.

Kristnir zionistar dylja heldur ikki fyri, at teir vilja hava Ísrael og USA at fara í kríggj móti Iran. Um Sýria sigur Hal Lindsey stutt og greitt (Clark 153):

- I wish the US would obliterate Syria.

Orðið “obliterate” merkir “týna, so einki lív er eftir”. Nazistarnir brúktu orðið ausradieren. Minnismerkir eftir teirra politikk eru Auschwitz, Bergen Belsen og Buchenwald.

Verkið hjá Theodor Herzl

Tað er undirritaða greitt, at ymiskt í hesi grein kann tykjast ógvisligt, ótrúligt ella ov nógv avgjørt. Men veruleikin er, at eg havi roynt at greiða sakliga frá hesi rørslu, at orða meg varliga og at loypa tað ringasta og ótespiligasta um.

Eg kann nevna til seinast, at Pat Robertson og bíbliulærarin Kay Arthur, sambært Victoriu Clark, alment hava sagt, at “Gud í 1995 drap forsætisráðharran Yitzhak Rabin”, og at Robertson í 2006 segði, at tá ið Ariel Sharon fekk eina heilabløðing og fall í óvit, var hetta “Guds revsing”, tí hann læt Ísrael taka seg aftur úr Gaza. (Clark 299).

Henda grein er skrivað av umsorgan fyri Miðeystri, fyri lagnuni hjá arabarum og palestinum, og somuleiðis fyri lagnuni hjá ríkinum Ísrael og tess framtíð. Sum m.a. Ehud Olmert nú boðar frá, er tað ongantíð meira umráðandi enn nú, at palestinar fáa sítt ríki, at friðaravtala verður gjørd við Sýria, og at tann hegemoniala kappingin millum høvuðslondini Iran og Ísrael verður beind inn á kyrt vatn.

Meginhugtakið í tí tilfari, sum her er lagt fram, er tann bókstavtrúgva skriftfatanin, tað, vit vanliga rópa fundamentalisma. Henda ráa (og í okkara tíð vitleyst avskeplaða) hermeneutikk drívur bæði Pat Robertson, Hal Lindsey og, í einum øðrum trúarhøpi – teirra hugmyndafrøðiligu frændur Saiyid Qutb og Osama bin Laden.

Tað hevði verið spell, um ein bíbliufatan, sum umframt at vera primitiv er eyðkend av medvitnari reingjan – og sum avdúkar ein undranarverdan vesældóm, har tað snýr seg um at fata eina skrift ella eina útsøgn allegoriskt - slapp at beina fyri verkinum hjá Theodor Herzl.

Stephen Sizer: Christian Zionism. Road-map to Armageddon? IVP Academic. Illinois 2004.

Grace Halsell: Forcing God´s Hand. Why Millions Pray for a Quick Rapture – And Destruction of Planet Earth. amana publications. 2003.

Victoria Clark: Allies for Armageddon. The Rise of Christian Zionism. Yale University Press. New Haven and London 2007.