Øssur Dalbúð til ÍF

Øssur Dalbúð skal spæla við ÍF komandi mánaðiranar

Framherjin hevur havt trupulleikar við at vunnið sær pláss á besta liðnum hjá NSÍ, og nú er ætlanin, at hann skal skjóta fuglfirðingar upp eftir stigatalvuni. - Vit tosaðu við NSÍ og Øssur Dalbúð undan kappingarárinum, men eingin avtala kom í lag, tí vit skrivaðu sáttmála við Rógva Jacobsen. Hann hevur ikki verið á vøllinum enn, og vit hava saknað ein veruligan framherja. Og vónandi fer Øssur Dalbúð at loysa trupulleikarnar, sigur Jón Simonsen, venjari hjá ÍF. Hann staðfestir, at fuglfirðingar eisini hugdu úr um landoddarnar eftir framherja, men føroyska loysnin var betri og bíligari. Talan er í fyrstu syftu um eina leiguavtalu, sum knýtir Øssur Dalbúð at leikarahópinum hjá ÍF restina av kappingarárinum.