StÍF vann botndyst á heimavølli

Fyri aðru ferð á rað vóru kvinnurnar hjá VB nær við at taka stig á útivølli.

Kappingarárið hjá VB í Hvonndeildini hevur ikki verið gott, hóast nakrir útlendingar eru og styrkja um hópin. Vágbingar eru aftast á stigatalvuni, og í dag tapti VB enn einaferð.

 

Tó var VB nær við at tryggja sær stig. Søgan var tann sama fyri viku síðani, tá ið VB á útivølli ímóti oddaliðnum í deildini, Neistanum, tapti við fáum málum eftir at hava verið aftanfyri í hálvleikssteðginum.

 

Einasti dysturin, ið er spældur í Hvonndeildini í dag, varð spældur á Skála, har StÍF og VB hittust. Undan dystinum var StÍF nummar fimm á stigatalvuni og VB nummar seks og harvið aftast.

 

Dysturin endaði 29-28 til StíF. Hálvleiksstøðan var 16-15 til strandingar.

 

Úrslitið merkir, at StÍF yvirhálar Stjørnuna og er nú nummar fýra í deildini, meðan VB framvegis er á aftasta plássi við seks stigum.

 

Málskjúttarnir vóru hesir:

 

StÍF: Guðrið Poulsen 8, Rebekka Justinussen 8, Birna Tummasardóttir 6, Fríðrún Olsen 3, Ingibjørg Kass 2, Erla Petersen 1 og Poula D. Olsen 1.

 

VB: Danijela Mistric 11, Ingrida Kuodyte 5, Gurið, K. Mortensen 5, Rúna M. Jacobsen 3, Una J. Nolsøe 2, Carol Symphor 1 og Christina Holm 1.