Tað, sum hendi tann 22. juli í fjør í Noregi, avdúkaði, at tað vóru stór brek við landsins tilbúgvingarskipan. Tað er ein av niðurstøðunum í frágreiðingini, sum 22. juli-kanningarnevndin handaði Jens Stoltenberg, forsætisráðharra fyrrapartin.
Alexandra Becvh Gjørv, sum hevur staðið á odda fyri kanningarnevndini, segði, at nevndin hevur miðsavnað kanningararbeiðið um seks høvuðsevni, og at hon hevur 31 tilmæli um ábøtur á tilbúgvingarskipanina. Hon legði afturat, at øll tilmælini eru frá einari samdari nevnd, og at tað hevur skund at fremja tilmælini í verki.
Norska stjórnin setti 22. juli-kanningarnevndina beint aftan á álopini í Oslo og á Utøya. Málið var at fáa staðfest, hvussu nakað so álvarssamt kundi henda.
Atsóknirnar hjá Anders Behring Breivik kostaðu 77 fólkum lívið.