Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
--------
Rakel Helmdal, Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler
STÓR SKRÍMSL GRÁTA IKKI
Bókadeild Føroya lærarafelags, 2006
Myndabók, 34 síður
Sum tað er synd í stóra skrímsli. Hvat hann so ger, dugir Lítla skrímsl betri. Stóra skrímsl verður keddur og vil gráta. Men stór skrímsl gráta ikki. Ella gera tey?
Nýggj barnabók frá Bókadeild Føroya lærarafelags eitur stutt og greitt Stór skrímsl gráta ikki, og hon er onnur bókin um tey bæði skrímslini, Lítla skrímsl og Stóra skrímsl. Hin fyrra, Nei! segði Lítla skrímsl, kom í 2004. Tá var tað Lítla skrímsl, sum var miðdepil. Hesa ferð er tað Stóra skrímsl.
Bøkurnar báðar eru vorðnar til í norðurlendskum samstarvi millum svenska Kalle Güettler, íslendsku Áslaug Jónsdóttir, sum enn einaferð hegnisliga hevur myndprýtt, og føroysku Rakel Helmsdal.
Bøkurnar eru nýskapandi, tó at samstarva yvir landamørk hevur verið roynt áður. Bøkurnar um skrímslini bæði eru tó øðrvísi á tann hátt, at tær eru søgur, sum eru skrivaðar av høvundum úr trimum ymiskum londum í felag. Eisini eru tær nýskapandi – ella endurskapandi – á tann hátt, at tær hava ein greiðan og politiskt korrektan boðskap – moral, um ein vil. Hetta er nakað, sum ikki hevur verið so sjónligt í føroyskum myndabókum seinastu mongu árini. Hinvegin eru serstakliga svenskar og norskar myndabøkur kendar fyri júst tað, at tær tora at taka upp evni, sum hava við kenslur at gera, við rithøvundum sum Ulf Nilsson og Marit Kaldhol, fyri at nevna nøkur, sum eisini eru komin út í føroyskari týðing.
Í fyrru bókini, Nei! segði Lítla skrímsl, var læran tann, at ongin eigur at finna seg í øllum uttan at tala at. Við hvørt er neyðugt at tora at siga nei, eisini hóast ein kanska er lítil og neyðarsligur. Í hesi seinni bókini er læran í stuttum tann, at uttan mun til hvørji vit eru og hvussu vit síggja út, hava vit øll hvør í sínum lag okkara heilt egnu dygdir, sum eisini kunnu koma øðrum til gagns. Men eisini her er neyðugt at tora at siga frá kenslum sínum, og onkuntíð kann tað vera neyðugt at gera tað við gráti, eisini tó at ein er stórur og sterkur.
Tað er eitt fongur, høvundarnir hava latið frá sær við hesum báðum útgávum, og tað er onki minni enn ein fragd fyri bæði stór og smá at fáa bøkurnar upp í hendurnar. Alt tykist gjøgnumhugsað og nýskapandi. Samanspælið millum lætta tekstin, sum í stødd skiftir eftir huglagi og styrki í røddunum, og einføldu, men meistaraliga úr hondum greiddu myndirnar, er heilt einastandandi, ikki bara í føroyskum høpi.
Skal eg finnast at nøkrum, so eru tað tær mongu endurtøkurnar niðast á hvørjari síðu gjøgnum meira enn helvtina av bókini, har tikið verður upp í saman: “Men stór skrímsl gráta ikki.” Her eru endurtøkurnar óneyðuga títtar og ikki sørt órógvandi fyri lesingina. Men tað skal ikki halda meg frá inniliga at viðmæla bókina – ja báðar tvær – til bæði stór og smá.