Fótbóltsfelagið NSÍ spennir bogan høgt, tá stóra sølu-stevnan Marko ?03 verður í ítróttarhøllini í Runavík í dag og í morgin, tí við einum góðum blandingi av ikki færri enn 25 básum, ið sýna fram alt millum himmal og jørð, ber til hjá teimum vitjandi at fáa tímar at ganga við at ferðast millum básarnar, har nógv góð tilboð eisini verða latin.
Á pallinum verður við jøvnum millumbili borðreitt við alskyns undirhaldi, sangi og mótasýningum, og tá einki er á pallinum, skapar hugnaligur jólatónleikur rætta hýrin í høllini, meðan fólk vitja teir ymsu básarnar.
Hevur onkur so hug at hvíla seg eina løtu, ber til at fáa sær ein góðan drekka-munn, køkur ella breyð við viðskera í kafeteriuni, ið verður opin alla tíðina báðar dagarnar.
Her verður eisini hugsað um børnini, tí tey kunnu sjálv baka í serligum jólahúsi, sum verður á Marko ?03, og sum fólk gjøgnum vikuna annars hava sæð á jólatorginum í SMS.
Nakað fyri øll
Marko ?03 letur upp í dag klokkan 14 og ein tíma seinni, klokkan 15, fer Rodmund Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu at seta stevnuna.
Tað, sum annars verður fyriskipað á pallinum til undirhalds, er ætlað bæði teimum yngstu og teimum elstu.
Gykl er ein partur av skránni, tí í kvøld klokkan 19.30 kann Ásbjørn úr Glotti & Gleimi upplivast á pallinum, og í morgin klokkan 16 vitja Absalon og Niklái úr Glotti & Gleimi á pallinum.
Kendar røddir lívga eisini Marko ?03 við sínum sangi, tí tað hevur eydnast at fingið bólkin I Am á pallin í kvøld klokkan 21 og Magna Christiansen í annaðkvøld klokkan 20.30. Í báðum førum er talan um serstakliga fløguaktuellar framførslur.
Harumframt fara Beinta & Co., sum eru nøkur ung av eystara armi á Skálafjørðinum, at syngja jólasangir í dag klokkan 16. Í morgin fer so kendi vísusangarin og -tulkarin, Hans Hjalti Skaale, at undirhalda á pallinum við góðum og beinraknum táttaskald-skapi.
Nógv at vinna
Mótasýningar eru eisini báðar dagarnar, so fólk kunnu síggja, hvat teir mongu móta- og barnahandlarnir á Marko ?03 hava at bjóða. Ein mótasýning er hvønn dagin, í dag klokkan 18 og í annaðkvøld klokkan 19.
Annars kunnu allir gestir á Marko ?03 eisini gera kvetti, tí burturlutaðir verða størri og smærri vinningar frá teimum, sum sýna fram á sølustevnuni. Drigið verður bæði í kvøld og í annaðkvøld millum seldu atgongumerkini.
Harumframt verður eisini seldur lutaseðil, har vinningarnir millum annað eru tvær flogferðir á øllum rutunum hjá Atlantsflog og ein vikuskiftisflogferð til Íslands.
Luttakandi básarnir kunnu eisini fáa upp í posa og sekk, tí tey vitjandi kunnu sum vant atkvøða um vakrasta básin á sølustevnuni.
Marko ?03 er opin leygardagin frá klokkan 14 til 22, og sunnudagin verður latið upp klokkan 15 og tá er eisini opin til klokkan 22.