Tað eru Vinnuhúsið og Stefansons Hús, sum skipa fyri tiltakinum. Umframt ráðstevnuna verður eisini sokallað "Workshop", har einstøk feløg hava møguliga at sýna fram og gera vart við seg.
Evnið fyri ráðstevnuna er "The exploration phase: How the licensees will secure genuine Faroese participation." Tvs. hvussu loyvishavararnir vilja tryggja veruliga føroyska luttøku í leitingarskeiðinum.
Umboð fyri allar operatørarnar í 1. útbjóðing verða við á ráðstevnuni og fara at leggja fram tilfar og leggja upp til orðaskifti. Evnini verða fjølbroytt. Á skránni er m.a. logistikkur, infrastrukturur, lokalsamfelgið, ídnaðurin, sáttmálaviðurskifti oma.
Eisini fleiri føroyingar fara at halda fyrilestrar. Millum teirra eru oljumálaráðharrin, stjórin í Oljumálastýrinum, stjórin í Atlantsflog, stjórin í Vinnuhúsinum, stjórin fyri TK-stovuna o.a.
Umboðini fyri útlendsku oljufeløgini, ið fara at røða, verða m.a. Bob Ferris frá Amerda Hess, John Inderhaug frá Statoil, Martin Miles frá BP og Ron Landsdell frá Agip.
(Í sambandi við stóra tiltakið gevur Sosialurin út eitt temablað um føroyska samfelagið og komandi oljuvinnu. Tilfar og lýsingar til hetta blaðið skulu verða Sosialinum í hendi í seinasta lagi fyrst í komandi viku. Blaðm.)
Tey, sum vilja vita meira um ráðstevuna, kunnu fara inn á www.offshore.fo á internetinum. Freistin at tekna luttøku er 9. oktober.