Stór vatnflóð í Filipsoyggjunum

Tað hevur regnað av grimd í stórum pørtum av Filipsoyggjunum, og tað hevur millum annað gjørt, at umleið 60 prosent av høvuðsstaðnum Manila standa undir vatni. Sagt verður, at støðan er serliga ring í fátækrabýlingunum.

-Vegirnir eru sum áir, so fólk noyðast at brúka bát fyri at koma vegin fram, sigur ein talsmaður fyri bjargingartænastuna við tíðindastovuna AFP. Hann sigur, at bjargingarfólk eru nú í ferð við at hjálpa fólki, sum hava leitað sær upp á húsatekjur. Umleið 250.000 fólk eru savnað í serligum skýlum, men har er stórur tørvur á mati og reinum vatni.

Myndugleikarnir í Filipsoyggjunum siga, at teir seinastu fjúrtan dagarnar hava 73 fólk latið lív í grimdarregni og vatnflóð ymsastaðni í landinum.