Stýra á staðnum

Kommunuvalið er av, og skjótt eru samgongur skipaðar. Nývaldir limir í stýrunum hjá kommunum fáa í dag nøkur orð við á vegnum.
Ert tú vald ella valdur, hava fólk longu verið á gátt hjá tær. Stuðulin er ofta serliga stórur, eftir at valúrsitið er greitt. Minst bara til hvørki at lova ov nógv nú ella gerast ov hulin og fjarður. Demokratiið virkar best, um tú hevur dirvi at siga sum er við veljaran, og veljarin fær orð á teg viðhvørt. Bjóða teimum, sum siga seg stuðla tær til fundar av og á.
Helst fekst tú tó ikki frið at eta riv ella pannukakur valkvøldið. Tað er so í Føroyum, at vit hava ikki stórvegis álit á vanliga veljaranum. Hann sleppur at velja løgting og kommunstýri, men tað má so eisini vera ivaleyst.
So er við borgarstjóranum. Valdið hjá kommunum er eins og annað vald bæði lóggevandi og útinnandi. Kommunur gera bæði almennar fyriskipanir og taka einstakar avgerðir. Er kommunan væl skipað, fæst kommunstýrið sum mest við at gera á almennar skipanir, og sum minst við at gera av einstakar spurningar. At taka avgerðir eigur at henda av sær sjálvum, um so er, at góðar almennar reglur eru. Men tað er tó alneyðugt, at ovasta leiðslan í kommunalu fyrisitingini er fólkavald og stendur fólkinum til svars. Tí átti borgarstjórin sjálvsagt at verið beinleiðis fólkavaldur.
At borgmeistarin ikki er fólkavaldur merkir fyri teg sum nývaldan kommustýrislim, at tú fært ikki frið til nakað fyrr enn ein meiriluti í stýrinum hevur skipað samgongu. Sum tú sært á Tvøroyri, so kann tjóveldismaður saktans stilla upp fyri javnaðar-flokkin afturfyri borgmeistarsessin, og sum Havn, kann tann navnframi Heðin Mortensen, valdur á sambandslista, gerast borgmeistari við atkvøðum frá tjóðveldis- og javnaðarfólki.
Minst tí til at heita á teir tingmenn, tú kennir, ella á Hilmar Høgenni, vissi tú kennir hann, tí hann hevur størri ávirkan á kommnstýrisreglur enn tingmenn, um at broyta hesa skipan, so borgarstjórin verður beinleiðis valdur.
Ólukkan við óbeinleiðis valda borgarstjóranum er ikki bara tann, at øgiligt rok stendst av hesum. Nei, tað verri enn so. Sum Leivur Hansen í Havn sannaði, so er ikki vist, at samgongan heldur alíkavæl. Og tað allar ringasta er, at kapprenn-ingin at skipa samgongu ger, at tey í stýrið valdu uppá nakrar fáar tímar skulu gera av, hvønn vilja samstarva við, og hvønn tey vilja hava í ymsu nevndirnar, og harvið eisini hvønn politikk, tey vilja føra.
Ístaðin fyri at sita í bakhond næstu fýra árini og taka støðu til tað, sum borgarstjórin leggur fram, so ert tú longu fangaður í eini samgonguavtalu. Ert tú ímóti onkrum ella bara ivasom, so siga hini: "nú fingu tit formannin í teknisku nevnd, so kunnu tit ikki vera ímóti hesum..."
Fyrisitingin
Tá tú hevur verið á fundi í bý/bygda(r)ráðnum nakrar ferðir, so gerst tær eisini greitt, hvør veruliga ræður fyri borgum. Kommunuskrivarin. Skrivarin hjá kommununi er sum so mangir skrivarar hjá nevndum og stýrum í Føroyum í roynd og veru stjórin, sum so dánt letur stýrið hava eina fatan av, hvat gongur fyri seg. Eru kommunustýrislimirnir balstýrnir, so ber til hjá kommunskrivaranum at alliera seg við borgarstjóran, og síðani ber til at vísa til samgonguavtaluna.
Skuldi veruligt demokrati verið í kommununum, so áttu tit sjálvsagt at valt tykkum tey mest týðandi embætisfólkini eftir hvørt val. Kommunuskrivara, tekniskan leiðara, sosialan leiðara og annars onnur størv, sum har í kommununi eru sett sum tíðaravmarkaði størv at fylgja valskeiðnum.
Í staðin, so situr ein heldur samanbitin maður í miðum árum og leggur fram sína skrá. Hann veit hvar alt stendur, veit hvat "man plagar at gera," og lovar "at hann skal nokk taka sær av hesum her."
Tú væntar sjálvsagt, at kommunan er væl fyri, tá ræður um fyrisitingarligan førleikan. Helst er antin onkur lógkønur í starvi, ella hevur kommunan fasta avtalu um ráðgeving á hesum øki, umframt, sjálvsagt nøktandi skeiðvirksemi fyri kommunal starvsfólk og kommunustýrislimir. Vit eru jú øll líka fyri lógini, skulu hava somu sømdir, grundgevingar, vegleiðingar og greið beskeð, so fyrisitingarliga má vera høgt í metum. So er ikki.
Kommunan hevur ongan lógkønan, onga stórvegis skipan at tryggja rættindi og viðferð borgaranna.
Afturfyri hevur kommunan eina spennandi tekniska fyrisiting. Antin er tað tekniska deild sjálv, ella eitt ráðgevingarvirki, sum kommunskrivarin og undanfarni borgmeistari eru væl við. Henda tekniska fyrisiting kann gera endaleysa nógv kort í litum, sum vísa, hvar tit nú eiga at ognartaka, ella hvar tit nú skulu leggja privat øki um til fríøki, og hvar tit annars skulu grópa og gartera.
Stýrið
Tað er heldur ikki lætt at vera á kommunstýrisfundi. Tú hevur hug at taka okkurt einstakt mál upp til nærri viðgerðar, tí fleiri almennir spurningar eru í tí. Tú sært kanska, at fær hesi byggiloyvi, so mugu mong onnur eisini fáa byggiloyvi ella broytt byggiloyvi, skal nakað skil vera í. Ella tú sært, at kommunan bindur seg til framtíðar útreiðslur, sum ikki eru tiknar við á fíggjarætlanina.
Í slíkum førum vilja mong royna at steðga tær beinanvegin. Tey, sum tú hitti nakrir ferðir undan valinum at gera lista til valið, krevja at tú ert samdur við teimum; tey, sum tú hitti náttina eftir valið at skipa samgongu, krevja at tykkara listi skal vera samdur við teimum. Kommunuskrivarin og tekniski leiðarin leggja málið fram, sum bert ein møgulig loysn er.
Tað er eisini løgið at síggja, at summi eru vald á flokslistum, men onki sæst aftur til floksprinsippini í atburði teirra. Onnur eru vald uppá stakspurningar, men hava eina meining um alt.
Vandin í stórum skipanum er byrokrati. Leiðslan verður ov langt frá borgarunum og fyrisitingini ov stór og tvørlig. Vandin í smáum skipanum er korruptión. Leiðslan er ov nær at borgarunum, freistingin verður at gera seg inn á summi - td. ognartaka frá fremmandafólki - ella lívga sínum egnu, td. møta onkrum á kondittarínum og yvir ein kaffimunn geva teimum byggiloyvi í stríð við byggiætlanina.
Sum kommunstýrislimur eigur tú at standa ímóti freistingum og trýsti, sum standast av smáum forholdum. Eisini eigur tú at vera ímóti óneyðugum flytingum av málsøkjum frá landi til kommunur. Føroyar eru nóg lítið land til at uppgávur, sum aðrastaðni eru kommunalar, best kunnu loysast fyri alt landið.
Aftur um kvinnur
Kvinnulig valevni vóru nógv umrødd til hetta valið. Tað er at fegnast um, at so nógvar kvinnur vóru valdar, eisini tí tað hevur víst so mongum á, hvussu persónlig eginleikar og virði hava avgerandi týdning og ikki bara flokstilknýti ella formligur førleiki.
Í Vestmanna tapti kvinnulistin tó so dyggiliga. Listin manglaði sítt besta fólk. Serliga saknaðist Mia Pedersen, ið sum royndur kommunalpolitikari og formaður í kommunufelagnum, var at kalla sjálvskrivað sum borgarstjóri. Men kvinnulistin var eisini endaður í somu rillu sum so mangir aðrir listar. Kvinnulistin brúkti pengar uppá óneyðugar íløgur og ognartøkur - júst sum teir misstýrandi menninir høvdu gjørt. Seint gekk at gjalda aftur skuld, byggja barnagarðar og stýra fyrisitingini.
Kvinnur sum Katrin Dahl Jacobsen, ið gjørdi eitt rimmarval í Havn, eru dømi um, at kvinnur kunnu stilla upp sum annað enn bara at vera kvinnur og kunnu fáa breiða undirtøku. Vónandi kemur tann dagur, tá fólk velja eftir sannføring síni og førleika valevna, og kynsbýtið av sær sjálvum verður javnt.
Kommunalt arbeiði
Rumbul hevur verið í seinastuni um nevndarsamsýningar. Fjølmiðlarnir avdúkaðu, hvussu ófatiliga lítið, ið leiðsluarbeiðið verður samsýnt í landi okkara. Í øllum førum ikki samsýnt, so tað stendur mát við ábyrgd og uppgávur.
Tað sama ger seg galdandi við tingmonnum og kommunustýrislimum. Tingmenn fáa umleið helvtina so nógva løn sum aðalstjórar, og tey kommunalt fólkavaldu fáa ikki nakað, sum vert er nevna. Men teirra eru heldur ikki fulltíðar-størv. Tó, taka vit Tórshavnar kommunu, so er býráðið ovasta leiðsla hjá hundraðtals starvsfólki og sera stórari fíggjarætlan. Eg hevði kent meg tryggari, um samsýningin var størri og hugur og tíð til kommunala arbeiðið vóru samsvarandi størri.
Poul Michelsen, fyrrverandi borgmeistari í Havn, segði í viðtali við Tinghelluna, at hann helt ikki samsýning hava nakrar týdning, tí tað vóru altíð tær somu typurnar, sum fóru uppí politikk. Rætt hevur hann, at mong hava íborna nevndargreiði og enda altíð í onkrari nevnda, fara tey á fund. Men tað er ólíka lættari at vera fólkavaldur uttan samsýning, tá tú eigur virki ella pengar. Langabbi mín átti nógv jørð og var sjálvsagt limur í "forstandarskapinum," og alt gott um menn sum hann Poul, men tað skal eisini vera pláss fyri øðrum í stýrinum. Um ikki annað, so fyri familjunar skuld. Veromma mín, Jóhanna Mathea Skaale, noktaði einaferð manni sínum, Sigfredi, at taka við sum borgmeistari í Havn, fyrr enn hann fekk brúkiliga samsýning fyri tað.
Tú, sum vit valt, hevur uppiborið løn fyri stríðið. Góða eydnu og góðan hug.