Stýrimenn frá 1959 hittust aftur

Fríggjadagin 15. mai 2009 hittust nakrir av teimum, sum tóku stýrimansprógv á Føroya Sjómansskúla í mai 1959, á Hotel Føroyum til 50 ára hátíðarhald.

Stýrimenn á myndini: Aftara rað f.v: Eskild Hansen av Toftum (býr í Havn), Tróndur Tróndarson úr Skálavík (býr í Havn), Amaliel Knudsen úr Heiðunum (býr í Saltangará), Henrik Jacobsen av Glyvrum (býr í Vág), Jógvan Joensen av Strondum (býr har enn), Hendrik Stórá úr Skopun (býr í Havn), Ernst Jacobsen úr Kollafirði (býr í Nestun í Norra). 


Fremra rað f.v.: Jógvan Joensen av Hvítanesi (býr í Havn), Sámal Jacobsen úr Skálavík (býr í Havn), Elsbert Jacobsen úr Kolbanargjógv (býr har enn), Eilert Mikkelsen úr Havn, býr har enn, og Olaf Olsen úr Søldarfirði, býr á Glyvrum. 


Fýra kundu ikki vera við: Thorkil Mortensen av Tvøroyri, nú í Glostrup, Ragnar Tróndheim úr Leirvík, nú í Runavík, Sune Jacobsen av Strondum, býr har enn, og Harry Magnussen av Glyvrum, býr nú í Frederiksværk.


Fýra eru deyðir: Kjartan Justinussen úr Havn, Jens Vestergaard av Økrum, Regin Hansen úr Leynum, og Hans Rasmussen úr Søldarfirði.