Her skal ein atløgusíða gerast eystaru megin í hylinum og í hesum sambandi vera fyrireikingar gjørdar í økinum.
Sambært ætlanini skal millum annað hylurin dýpast ímillum bátabrúgvarnar og fjøruna eystanfyri.
Í hesum sambandi skal borast við einum flaka nakrar ferðir. Og eftir tíðarætlanini verður fyrsta spreingingin í morgin, leygardagin umleið klokkan 15, verður sagt.
Heitt verður tí á tey, sum eiga bátar í bátahylinum á Glyvrum og onnur gøgn í grannalagnum um at flyta hesi í hóskandi frástøðu meðan sprongt verður.