Á býráðsfundi hóskvøldið var fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2004. Fíggjarætlanin er mett at javnviga við 445 mio. krónum. Sammett við fíggjarætlanina í fjør, hækkar hon bert sjey millíonum komandi ár. Hetta er væl minni enn seinastu árini, tá hon árliga er vaksin við góðum 30 og 40 millíonum krónum.
? Trøðini veksa ikki upp í himmalin, og vit hava ásannað, at framgongdin er minni, og uttan at ljóða sum ein dómadagsprofetur, so er tað ein sannroynd, at vøksturin er fánaður burtur, og tann veruleika mugu vit halda okkum til, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Hann leggur dent, á Tórshavnar kommuna rindaði stóran part av skuldini í fjør, og hetta merkist á fíggjarætlanini fyri komandi ár.
Jan Christiansen sigur, at kommunan rindar góðar 13 mio. krónur minni í rentum og avdrátti í komandi ár, og leggur ein tær 13 mio. krónurnar afturat ætlaða vøkstrinum á sjey milliónum krónur, so svarar samlaði vøksturin á fíggjarætlanini fyri 2004 til góðar 20 mio. krónur sammett við 2003.
Skuldin hjá Tórshavnar kommunu er komin niður á góðar 60 milliónir krónur, og verða ognirnar hjá kommuni drignar frá, so er kommunan í tí støðu, at hon er skuldarfrí netto
Barnaansingin fær minni
Sammett við fíggjarætlanina fyri 2003, fer barnaansingin í Tórshavnar kommunu at fáa góðar 400 milliónir minni komandi ár. Hetta kann tykjast løgi, tá havt verður í huga, at væntandi økja lønarútreiðslurnar á barnaansingini eftir lønarsamráðingarnar í næstum. Spurdur, um Tórshavnar kommuna hevur lagt uppfyri eini lønarhækkan, svarar Jan Christiansen, at tað hevur býráðið tikið hædd fyri.
? Vit yvirbudgetteraðu í fjør, og hyggur tú at fíggjarætlanini sammett við roknskapin, so sært tú, at vit settu ov nógv av. Hetta var ein skeivleiki frá okkara síðu, og nú skuldu tølini passa betri, sigur Jan Christiansen.
Einki nýtt
Elin Lindenskov, ið umboðar Javnaðarflokkin í andstøðuni í Tórshavnar býráð sigur, at framvegis er ov stutt fráligið við viðgerðin av fíggjarætlanini fyri 2004, so tað er torført at gera nakra endaliga meting av henni .
? Tað er bara 1.viðgerð, ið farin afturum, og framvegis er íløguætlanirnar ikki framlagdar, og tað er eitt øki, ið vit eru mest spent um, sigur Elin Lindenskov.
Elin Lindenskov vísir á, at rentu- og avdráttar byrðan er minni í ár, tí kommunan hevur rindað nógva skuld seinastu árini, men henni vantar eina ætlan frá samgonguni í Tórshavnar býráð, hvat hesin peningur skal nýtast til. er størri rásarúm hjá kommuna men hon saknar eina ætlan, hvat hesin peningur skal nýtast. ? Tórshavnar býráð hevur fingið størri rásarúm, tí nógv skuld er rindað, men sum heild haldi eg, at tað manglar ein ætlan, hvat Tórshavnar býrað vil við peninginum .
Spurd, um andstøðan í Tórshavnar Býráð ætlar at leggja nakað uppskot fram til aðru viðgerð av fíggjarætlanini, svarar Elin, at andstøðan i løtuni arbeiðir við at hækka barnafrádráttin, tí eftir øllum at døma skulu foreldur í Tórshavnar kommuni í framtíðini gjalda meir í ansingargjaldi.
Tað hevur verið havt á lofti, at lønarhækkanin hja pedagogunum fer at hava við sær, at foreldrini gjalda meir fyri at fáa børnini ansað. Sum eitt afturgjald, ætlar andstøðan at leggja uppskot um at hækka barnafrádráttin.