Hondbóltur
Eftir tapið móti H71 fyri viku síðani skuldu vestmenningar í gjár prógva, at teir hava styrkina, sum skal til, fyri at halda seg ovast á stigatalvuni.
Og tað gjørdu teir so ruddiliga í løtum av dystinum sunnudagin.
Álopsmaskina
Strandingar hava ofta haft hepni við at dekka offensivt móti VÍF, soleiðis at sterku skjúttarnir ikki sleppa framat, og tað var eisini hesa uppskriftina, sum StÍF brúkti. Men hesa ferð virkaði hon so ikki í stórt meira enn eitt korter.
Tí tá VÍF veruliga fekk gongd á álopsmaskunina, beyð ikki bøtur. Sum so ofta fyrr, so var útgangsstøðið í verjuni, har teir fingu heilt gott tak á. Tað noyddi strandingar at skjóta í trýstum støðum, og tá tú hevur ein málverji við kastiteknikkinum hjá Eli Müller, so kostar hetta – og tað kostar nógv.
Skjótálopini og »løttu« málini, sum hesi góvu, gav eisini neyðuga yvirskotið til VÍF, sum næsta hálva tíman sat á øllum. Fleiri ferðir megnaðu teir við væl upplagda Áka G. Olsen sum orkesturleiðara at spæla strandaverjuna tunna við skjótum spæli, og so var lag á manni hjá Agnari Joensen, sum á strikuni fekk gott pláss frá offensivu verjuni.
Mundu kannað sær bitan
Tíðliga í seinna hálvleiki bendi alt á ein veruligan stórsigur, men við 20 minuttum eftir fór ferðin nakað av heimaliðnum.
Helst høvdu teir longu kannað sær bitan tá, men StÍF noktaði at gevast. Spakuliga otaðu teir seg alt nærri, og tað var greitt, at frustratiónirnar gjørdust alt størri hjá VÍF. Dramatikkurin kom eisini í, tá Andre Danielsen fekk reytt fyri at steðga einum leysum Karl Johan Djurhuus, men Karl Johan vann sær eisini eitt reytt kort, tá hann ikki bara vildi liggja, og tá Marian Cirloganescu so eisini tók sær av brotskastinum, sum spurdist burturúr, kom veruligt lív í.
Avgerandi løtan kom tá, fimm minuttir vóru eftir at spæla. Fyrst hamraði Áki Olsen eitt vakurt skot inn av trimum metrum, og tá StÍF tveitti næsta álopið burtur, kundi Niels Andreasen taka luftina úr mótstøðuni, sum ongan tíð veruliga reistist eftir hetta. Bæði tí tíðin nú var um at renna undan, og helst eisini tí luftin var um at fara sama veg.
Gull-kandidatar
Við sigrinum prógvaði VÍF, at teir avgjørt vilja halda fast um plássið í oddinum. Men meira týðandi, so borgaði spælið eisini fyri einum plássi á ovastu hill. Í øllum førum skulu mótstøðuliðini veruliga menna seg, skulu tey ikki fáa oyruni í maskinuna, um teir hvørja ferð fáa hesa at koyra á sama hátt.
StÍF misti hinvegin eitt fet í oddastríðnum, men nøkur vanlukka nýtist hetta ikki at vera. Í mun til onnur lið, so hevur StÍF eisini tveir sterkar trumfar, tá Sveinur og Leivur Justinussen aftur er tøkir, og megnar liðið at halda sambandið við oddin intakt, kunnu teir báðir væl fáa avgerandi leiklutir móti kappingarenda.
Fakta um dystin
VÍF-StÍF 32-27 (17-12)
10 min: 5-4
20 min: 11-8
40 min: 22-14
50 min: 26-21
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 13(5), Sámal Joensen 6, Áki Olsen 4, Niels Andreasen 3, Áki G. Olsen 3, Bjarti Hansen 1, Rúni Joensen 1, Karl Johan Djurhuus 1
StÍF: Alexandur Johansen 7, Kári Horn 4, Bárður Danielesen 3, Mortan Hansen 3, Borgar Danielsen 3, Andre Danielsen 3, Rúni Johansen 2, Bent Djurhuus 1, Jørmund Joensen 1
Brotskøst: VÍF 6, StÍF 3
Útvísingar: VÍF 5, StÍF 2
Diskvalifikatión: VÍF 1 (beinleiðis reytt), StÍF 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr