Stórsteypið til frama fyri altjóða átak

Sunnudagin 9. mars spæla føroyameistararnir úr HB og steypavinnararnir úr Víkingi ársins Stórsteypadyst í fótbólti á ovara vøll í Gundadali. Hetta er fyrsti almenni dysturin í hesum kappingarárinum

Áttanda árið á rað skipa Lions Club í Føroyum og Fótbóltssamband Føroya fyri Stórsteypadysti í fótbólti millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá árinum fyri, sum í ár eru ávikavist HB og Víkingur. HB bleiv meistari eftir serliga at hava fingið kapping frá ÍF í oddastríðnum, og Víkingur vann steypafinaluna, sum var ímóti EB/Streymi.
Hesi árini hava Stórsteypadystirnir vunnið sær alt størri tign, og onkursvegna tykist tað eisini, sum leggja liðini størri orku í at vinna júst henda dystin, ið markerar, at eitt nýtt kappingarár byrjar, og er hetta fyrsti almenni dysturin í kappingarárinum, áðrenn farið verður undir steypa- og landskappingina.
Dysturin, verður á ovara vølli í Gundadali sunnudagin 9. mars klokkan 15, verður skipaður eftir sama leisti sum líknandi dystir, vit kenna úr øðrum londum, eitt nú Charity Shield í Onglandi. Í tíðindaskrivi verður sagt, at endamálið er at fáa ein góðan dyst, ið samstundis savnar pengar inn til eitt gott og vælgerandi endamál.
Hesaferð hevur Lions Club í Føroyum gjørt av, at innkomnu pengarnir skulu fara til eitt altjóða Lions-átak, nú Føroyar hava fingið áheitan um at vera við til at stuðla bygging av eini lyftu á einum heimi fyri brekað í Dusheti í Georgia. Saman við Lions Club International eru føroysku Lions-klubbarnir við til fíggja hesa íløgu, ið skal gera tilveruna munandi lættari hjá teimum brekaðu, sum búgva á heiminum í Dusheti.

Fyri aðru ferð
Býtið millum fyrireikararnar er soleiðis, at Fótbóltssamband Føroya tekur sær av tí fyrisitingarliga, so sum at áseta dystardag og dómara, útvega heiðursmerki, bóltar, atgongumerki og at fáa steypið til vega, meðan Lions Club í Føroyum syrgir fyri tí praktiska, sum er at gera uttan fyri vøllin, so sum innkrevjarar, trygdarfólk og nógv av tí, ið vanliga er upp til heimaliðið at skipa fyri.
HB, sum áður plagdi at roynast best av øllum í vanligu steypakappingini, er við í kappingini um Stórsteypið fyri fimtu ferð og hevur vunnið tað tvær ferðir, meðan Víkingur enn ongantíð hevur vunnið, nú liðið fyri triðju ferð skal royna seg í árliga Stórsteypadystinum og annað árið á rað. HB og Víkingur hava spælt henda dyst einaferð fyrr, sum var í 2010, tá HB vann 2-1.
Síðani farið varð undir hesar dystir í samstarvi millum Lions Club og Fótbóltssambandið í 2007, hevur EB/Streymur annars verið mest vinnandi felagið við trimum sigrum á rað frá 2011 til 2013, HB vann í 2009 og 2010, og so hava B36 og NSÍ vunnið hvør sína ferð, ávikavist í 2007 og 2008.
Atgongumerkini til Stórsteypadystin kosta tað sama sum til ein vanligan dyst í føroysku kappingini, og í hálvleikinum ber til at fáa sær ein drekkamunn í høllini í FSF-húsinum.