Fiskivinna
Seinasta mikudag landaði djúpvatnstrolarin Steintór á Tvøroyri. Hetta var ein rættiligur roktúrur, og sølan hjá skipinum setti met millum djúpvatnstrolarar, sum fiska í føroyskum sjógvi.
Veiðan hjá skipinum vá 240.000 pund, meginparturin var toskur og kongafiskur, sum skipið hevði fingið vesturi á Íslandsrygginum og vestarliga í føroyskum sjógvi.
Tað vóru feløgini Delta Seafood og TG Seafood, sum keyptu veiðina fyri heilar 2,45 miljónir krónur.
Keldur hjá Sosialinum siga, at hetta soleiðis er størsta søla hjá einum føroyskum djúpvatnstrolara eftir roynd í føroyskum sjógvi.
Túrurin hjá Steintóri vardi í eina viku, og skipari hendan túrin var Jákup Pauli Hammer.
Stórar ísfiskalastir
Nógvar ísfiskalastir hava verið størri – og nógv størri - enn lastin hjá Steintóri á nevnda túri, serliga í tí tíðini, tá ið skipini ikki høvdu fiskin í lastini í kørum, men í krubbum.
Í fyrr helvt av áttatiárunum – 1983, 1984 og 1985 – vórðu nógvar velduga stórar lastir landaðar til føroysku fiskavirkini.
Sosialurin hevur soleiðis frætt um eina last hjá djúpvatnstrolaranum Rock Amadour, sum vigaði yvir 500.000 pund.
Húsvíkingurin, Søren Sørensen, sum tá var virkisleiðari á Bátafiski á Strondum, váttar, at Rock Amadour við Jóhannusi Poulsen, sála, sum skipari á nevnda túri hevði meira enn 250 tons ella yvir 500.000 pund. Hann heldur, at hetta var í 1984 ella 1985.
- Um sama mundið landaði Suðringur eina last á Tvøroyri, sum var nøkur kilo størri og sigst vera størsta ísfiskalast, sum landað er í Føroyum av føroyskum skipi, sigur Søren Sørensen.
Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi, var skipari á Suðringi um hetta mundið.
Lágur fiskaprísur
- Upsin var ikki nógv verdur miðskeiðis í áttatiárunum, og tí kann tann prísur, sum skipini fingu fyri fiskin tá, ikki samanberast við fiskaprísirnar í dag, sigur Søren Sørensen.
Hann vísir á, at slíkar lastir, har fiskurin varð ísaður í krubbur – og ikki í kør ella kassar – ikki vóru tað sama til dygdar sum í dag.
- Kortini bar til at fáa fiskin undan við hampiligum úrsliti, sigur fyrrverandi virkisleiðarin.