Stóru feløgini vinna ikki nógv til níggju startir

Kappróður: Í teimum trimum fyrstu kappingunum hava sigrarnir verið býttir út á nógv róðrarfeløga

Í summum róðrarfeløgum eru tey ivaleyst eitt sindur vónbrotin av, at tað ikki hevur ginvið so væl, sum tey høvdu vónað og kanska roknað við. Men fyri kappingina sum heild og harvið fyri áhugan fyri kappróðrinum kemur tað væl við, at bestu manningarnar í trimum teimum fyrstu róðrunum hava verið so frægt spjaddar millum feløgini, sum tað næstan ber til at ímynda sær.

Merkisvert er tað kortini, at Havnar Róðrarfelag, sum altíð plagar at vera millum mest vinnandi feløgini, higartil í ár ikki hevur vunnið nakran róður. Fyri kappróðurin sum heild mugu vit vóna, at hetta ikki fer at ávirka áhugan skeiva vegin, men at tey í Havnar Róðrarfelag fara at gera uppaftur meiri við venjingina fyri at vinna fyrsta sigurin í ár.


Lítil áhugi

Vit hava áður staðfest, at summi øki í landinum so at siga eru blonkt í kappróðri. Luttøkan og úrslitini higartil í ár hava undirstrikað henda veruleikan. Í fótbóltinum eru sandoyingar við í bestu deildini. Í kappróðrinum luttekur Húsavíkingurin, men hann er mannaður í høvuðsstaðnum og venur á Havnar vág.

Norðoyggjar vóru, tá tað snýr seg um manningatal, væl við á norðoyarstevnu. Síðani tá hevur einki verið at sæð til Fípuna Føgru og Klaksvíkingin. Kvinnurnar umborð á Páll Fanga hanga í, og tað gera menninir umborð á Nevinum Reyða eisini. Báðir bátarnir hjá klaksvíkingum fingu heiðursmerkir á jóansøku.

Millum kappróðrarhugað hava ítróttarhugaðu klaksvíkingarnir í mong ár verið saknaðir í kappingini millum teir fremstu. Nú tykist tað ganga rætta vegin. Um annar av klaksvíksbátunum hevði vunnið ein róður, hevði tað kanska av álvara fest í, men hóast bæði kvinnurnar umborð á Páll Fanga og menninir umborð á Nevinum Reyða rógva væl, so verður tað sera torført at vinna. Hesir báðir bátarnir kappast við ávikavíst Jarnbard og Argjabátin, sum báðir hava víst, at teir eru ógvuliga væl fyri.

Eystara síða á Eysturoy er ikki væl umboðað. Úr Oyndarfirði og Fuglafirði luttaka tríggjar manningar, men tær hava higartil ikki verið við í kappingini.


Stórur áhugi

Skálafjørðurin er eitt av teimum størstu kappróðrarøkjunum. Kappróðrarfelagið NSÍ er best umboðað av øllum í kappróðrinum í ár. At tað ikki hevur hilnast so væl hjá Eysturoyinginum í ár, sum tað hevur gjørt undanfarin ár, er sjálvsagt eitt vónbrot, men tað undirstrikar, at kappingin er økt frá svongum manningum, sum vilja gera vart við seg umborð á nýggjum bátum.

Stoltleikin hjá róðrarfelagnum NSÍ hevur í ár verið dreingjamanningin. Toftabáturin hevur eisini staðið seg væl, meðan Heiðabáturin ikki hevur staðið seg so væl.

Hinumegin Skálafjørðin hava Skálabáturin og Svanur vunnið ofta og nógv. Í ár tykist vera púra deytt á Skála, tá tað kemur til kappróður. Strandingar hava verið trúfastir við Stráluni. Leygardagin vunnu teir, og tað eigur at koma væl við.

Í Sundalagnum er áhugin fyri kappróðri eina størstur, har gera teir nógv við tað, og teir hava sett sín dám á kappingina við at vinna gull, silvur og bronsu.

Í Vágum verður nógv gjørt við kappróðurin, og teir hava vunnið nógv í ár. Serliga gentubátarnir hava verið óførir. Í nýggjari tíð hava teir í Vágum ikki luttikið í kappingini millum 10?mannafør. Áður hava teir ofta vunnið nógv í kappingini millum 8?mannafør. Higartil í ár hevur tað ikki hilnast so væl í tí kappingini.

Suðuroyingar hava ikki havt eydnuna við sær higartil í ár. Nýggi Vágbingurin er framvegis ikki flotaður, og Suðuroyingurin, sum varð flotaður fyri fyrstu ferð í fjør, luttók fyri fyrstu ferð í ár á jóansøku. Royndin Fríða hevur luttikið.


Vestmanna

Høvuðsstaðurin og Vestmanna eru altíð í fremstu røð í kappróðri. Í báðum plássunum hevur luttøkan í ár ? eing og tað plagar at vera ? verið stór, og í báðum støðum hevur tað ikki skorist so væl, sum tað ofta plagar at gera.

Í fjør vann nýggja Havfrúgvin FM við bæði dreingjum og gentum. Í ár hevur tað langt í frá gingið so væl. Nýggi Vestmenningurin vann á norðoyarstevnuni, men síðani hevur hann verið noyddur at dvína fyri bæði nólsoyingum og havnarmonnum. Gullbrandur hevur verið framvið, men teir hava einki megnað at gjørt við argjamenn.


Høvuðsstaðurin

Í høvuðsstaðnum hevur tað gingið avbera væl hjá argjamonnum og róðrarfelagnum Knørri. Argjabáturin hevur vunnið hvørja ferð, og tað hevur eisini dryppað á Argir í kappingini millum 10? mannafør. Nólsoyingurin stendur í neystinum hjá róðrarfelagnum á Argjum.

Róðrarfelagið Knørrur eigur tveir bátar. 8?mannafarið Knørrur hevur luttikið, men teir hava ikki tókst at vera í serliga góðari venjing. Kvinnurnar umborð á 6?mannafarinum hava roynt at vart felagið, og tað hava tær gjørt so dyggiliga.

Havnar Róðrarfelag man vera størsta róðrarfelagið í landinum. Teir plaga at vinna flestu sigrarnar. Í ár hava teir luttikið í øllum kappingunum ? burtursæð frá at Ørvur ikki var við á Skálafjørðinum ? men tað hevur ikki enn eydnast at vinna.

Sjálvandi er tað eitt vónbrot. Serliga tá havt verður í huga, at bæði Gongurólvur og Havnarbáturin eru spildurnýggir og luttaka á fyrsta sinni. Gongurólvur hevur ikki verið í nánd av at vinna. Havnarbáturin hevur verið við í kappingini í øllum trimum róðrunum , og tað tykist lítil ivi vera um, at nýggi Havnarbáturin hevur eins góðan møguleika at vinna á komandi stevnunum, sum hinir bátarnir í tøttu kappingini millum 10?mannafør hava.

jh