Tað er ikki bara sum at siga tað, at skipa fyri einari sølustevnu, ella vørumessu, sum henda verður kallað.
Birgir Poulsen, sum fyrireikar stevnuna, sigur við Sosialin, at hann byrjaði at arbeiða við hesari sølustevnuna í mei-juni mánað í ár.
? Vit sendu skriv út til fyritøkurnar og tað gingu ikki meira enn 14 dagar, so var alt fullteknað og síðan hava fleiri fyritøkur spurt, um tær ikki eisini kunnu verða við, men tíverri, sigur Birgir Poulsen.
Tað er ætlanin at gera hesa stevnuna til fastan tátt, um tað er møguligt. Um tað er so, kemur henda stevnan at avgera.
? Ber henda vørumessan seg, so royna vit aftur næsta ár aftur, tað er vist.
Góðar umstøður
Birgir Poulsen er sera væl nøgdur við umstøðurnar á hotellinum til eina slíka stevnu sum hesa.
? Her er sera hugnaligt, men sjálvandi er plássið avmarkað. Tað kann verða ein vansi, men í løtuni er tað fyrimunur, sigur Birgir Poulsen.
? Eg haldi at tað er frægari, at tað standa nakrar fyritøkur á bíðilista fyri at sleppa við heldur enn at vit flyta stevnuna í eina ítróttarhøll, tí tað er sera torført at fáa eitt umhvørvi sum hetta í eini ítróttarhøll, sigur Birgir Poulsen.
Fyrispurningar
úr Danmark
Sum nevnt hevur áhugin fyri at verða við verði stórur. So stórur at tað hevur frætst uttanfyri landoddarnar at ein slík stevna skuli verða.
Birgir Poulsen greiðir frá, at hann hevur fingið fyrispurningar úr Danmark.
? Men eg segði nei, tí henda sølustevnan er ætla føroyskum fyritøkum burturav og tað skal tað eisini verða í framtíðini, sigur Birgir Poulsen
Básarnir fíggja stevnuna
Tað sigur seg sjálvt, at tað kostar pening at skipað fyri eini tílíkari stevnu, men tað sær út itl at hanga saman fíggjarliga.
Fyritøkurnar gjalda ein ávísan kostna fyri fermeturin og tann parturin fíggjar stevnuna, sigur Birgir Poulsen.
Tey vitjandi skulu gjalda 75 krónur fyri at koma inn, men tað er einki løgið í tí, sigur Birgir Poulsen.
Til allar slíkar framsýningar uttanlands gjalda tey vitjandi atgongupening og á tann hátt fær ein sorterað tey, sum ikki vilja nakað á framsýningini frá, sigur Birgir Poulsen.
Væntar nógv vitjandi
Birgir Poulsen sigur fyri Sosialinum, at hann væntar nógv vitjandi.
? Eg vætni nú ikki at tey koma fyrr enn í morgin, men tó so, onkur hevur longu verið, sum kemur úr Vágum og úr Suðuroynni