Síðan makrelur í størri mun fór at síggjast í føroyskum sjógvi um sumrarnar, er áhugin fyri dyrging og virking av makreli á landi vorðin rættiliga stórur í Føroyum. Í fjør og fyrraári gjørdu útróðrarmenn nakrar royndir at veiða makrel við dorg í føroyskum sjógvi, og uppi á landi lúra menn eftir møguleikanum at fara undir virking av makreli, sum útróðrarmenn kunnu veiða.
Nøkur tons av makreli veiddur við dorg komu soleiðis uppá land í Føroyum í fjør summar.
Í nógv ár hava norskir útróðrarmenn fiskað makrel á innaru leiðum, og samlaða makrelveiðan við dorg í Noregi er omanfyri 20.000 tons um árið.
Fyri fleiri árum síðan var Kristian Zachariasen, sum starvast á Havstovuni, í Noregi og kunnaði seg um, hvussu norðmenn rigga sínar bátar til dyrging eftir makreli. Heimafturkomin hevði hann við sær vitan, tekningar og myndir.
Náttúruviðurskiftini hava onkusvegna gjørt, at nógv meiri makrelur er í føroyskum sjógvi nú enn áður.
Um summarið er fiskurin vanliga fullur í æti, og tí er hann ikki best egnaður til framleiðslu hesa tíðina av árinum.
Ætlanir eru tó frammi um køling og kryvjiskipan, sum kann gera, at fiskurin heldur sær betri.
Væntandi er, at føroyskir útróðrarmenn fara at gera fleiri royndir í summar at veiða makrel við dorg í føroyskum sjógvi.