Hóast tað hevur verið trupult hjá íslendskari vinnu, síðan landið rendi seg í stóra fíggjarliga kreppu, hevur ferðavinnan í Íslandi kotini havt góðar dagar. Í samrøðu á Vestnorden Travel Mart segði íslendski ferðavinnuráðharrin, Katrín Júlíusdóttir, at íslendska ferðavinnan hevur havt góðar dagar í ár. Sum einasta land í útnorði kann Ísland vísa á ein hampiliga stóran vøkstur í talinum av ferðafólki.
Eini 12% fleiri ferðafólk hava vitjað í Íslandi í ár í mun til somu tíð í fjør.
Ein orsøk er, at alt er vorðið bíligari í landinum, nú íslendska krónuvirðið hevur verið so lágt í mun til virðið av øðrum gjaldoyrum uttan um okkum.
Ísland hevur verið eitt av teimum dýrari ferðamálunum, men fíggjarliga kreppan hevur ført við sær, at hetta er broytt.
Aftrat hesum kemur, at Ísland hevur verið rættiliga nógv umrøtt, og av røttum kann sigast, at ?vánalig umrøða í hesum førinum hevur verið betri enn eingin umrøða...?
Íslendski parturin av ferðavinnusamstarvinum, sum Ísland, Grønland og Føroyar hava um NATA ((North Atlantic Tourism Association), er ein miljón krónur, sum fyri ikki so langari tíð síðan svaraði til 10 miljónir íslendskar krónur.
Nú íslendska krónuvirðið er so lágt, svarar henda eina miljónin í dag til einar 25 íslendskar miljónir.
Men Ísland ætlar sær kortini ikki úr hesum samstarvi.
Íslendski ferðavinnuráðharrin segði eisini, at Ísland í næstum fer at byggja eina stóra ráðstevnu-og konserthøll dygst við sjóvarmálan í Reykjavík.
Tó at fíggjarlig kreppa hevur herjað landið, ætla íslendingar sær ikki at gevast á hendur, men vilja líta frameftir - eisini á ferðavinnu-og mentanarøkinum.