Stak friðarligur Summarfestivalur

Av politistøðini verður sagt, at teir ikki hava havt eitt einasta mál at taka sær av á Summarfestivalinum.

 

- Har var onkur fullur maður, og onkur, sum var dottin av, men tað er alt slíkt, sum samarittarnir taka sær av, sigur vakthavandi.

 

Hann sigur, at teir ikki kunnu rósa tí arbeiði, ið samarittarnir gera, ov nógv.

 

- Teir eru fantastiskir, sigur vakthavandi.

 

Annars hevur verið stak friðarligt um alt landið.

 

- Býurin í Havn hevur verið so at siga menniskjatómur, eini 10 fólk, tað var alt, sigur vakthavandi.

 

Tó hevur verið eitt innbrot í Resturant 11/Basalt/Moejoe, har vekslipengar eru stolnir. Hetta er hent í tíðarskeiðinum 4.30-15.00 í gjár.

 

Aftrat tí eru tveir tiknir fyri at koyra ávirkaðir, annar klokkan 01.45 gjáranáttina og hin klokkan 16 í gjár. Og fyri at fullføra politirapportina, eru tvey fólk dottin, annað uttan fyri Kiosk Vár í Klaksvík, har sjúkrabilurin kom eftir viðkomandi, og hin í Havn. Hesi smekkaði nøsina í.