Start ger ikki meira við David

Danski álopsspælarin David Nielsen, sum Todi Jónsson áður hevur spælt saman við í FCK, var herfyri í Start og hugdi eftir umstøðunum. David Nielsen hevur ongan sáttmála til eftir summarsteðgin, og nú leitar hann eftir nýggjum felag. Tað verður tó neyvan Start, sum hann skal spæla fyri, tí ítróttarstjórin í felagnum heldur ikki, at Start hevur ráð til hann.
- Fleiri feløg liggja fram við eftir honum, og vit eru ikki felagið við teimum flestu pengunum, so eg rokni við, at hann verður ov dýrur til okkum, sigur Trond Are Gjone.
Ítróttarstjórin kann ikki lova, at Start fer at styrkja hópin hjá sær í summar, tí hann veit ikki, hvussu nógvar pengar, hann fær at ráða yvir til nýggjar spælarar beint nú.