Hesin litfagri svenski kvinnubólkur gjørdi fyrst vart við seg undir navninum Star, tá ið tær á heysti í fjør góvu út á stakfløgu eina útgávu av gamla Kiss travaranum Heaven´s On Fire sum amerikonsku glamrockararnir upprunaliga høvdu eitt hit við í 1984. Stutt eftir hótti ein amerikanskur bólkur, sum eisini nevndi seg Star, við at stevna svensku sprundini, sum orsakað av hesum hava avgjørt at nevna seg Starz!?
Stílurin á fløguni peikar meiri aftur í áttatiárini enn inn í nýggja ártúsundi. Løgini eru frek og kroppslig og fløgan er væl framleidd. Ljóðmyndin minnir í støðum um forritarnir hjá t.d. Aqua og Britney Spears, bara her eru ullunti bassurin og svamputu trummurnar tilsettar eitt sindur av elementerum 80´ara fuzzguitar rytmuspæli.
Tað er greitt líka frá byrjan at her er líka so nógv talan um eitt koncept sum um ein bólk sum handfer ljóðførini sjálvur tá ið tær standa á palli. Einasti limurin í Starz!? sum spælir nakað ljóðføri á hesi fløguni er guitarleikarin Mia. Útsjóndin á gentunum er í tráð við tónleikin, tað vil siga, litfagur og í støðum flamboyant yvirdrivið.
Eitt annað gamalt 80´ara hit er eisini sloppið við á hesa fløguna og hesuferð snýr tað seg um lagið I Remember You, sum amerikansku Skid Row úr New Jersey høvdu eitt stórt hit við í 1989. Bæði coverløgini eru í tráð við restina av fløguni, sum av sonnum livir upp til heitið á sjálvari fløguni, Party.
Fyrsta lagið The Good, The Bad And The Ugly leggur stílin fyri fylgjandi løgunum : Ljóðið pumpar avstað við saftigum og kjøtiligum ósmædni og einum framleiðsluljóði sum klárt og týðiliga signalerar at konufólki saktans eru før fyri at rocka mediumhart við løttum og einfaldum poppmelodium.
Onnur løg sum eisini halda sama lætta og hedonistiska stíl eru m.a. Girls They Like To Party, Wig Wam Bam, This Is My Life og tann erpni partyrockarin I Got The Look, sum nærum kókar yvir av hørðum og bringuspentum sjálvsáliti. Sostatt kann sigast at fløgan sum heild kann uppsummerast sum lættuppfatiligur veitslurockur. Niðurstøðan er at Starz!? ikki hava tað stóra uppá hjarta, tær vilja bara so fegnar sleppa at spæla og tað skullu tær eisini vera vælkomnar til.