2. útbjóðing
-Vit eru væl nøgd í Statoil. Vit hava sum so fingið tað vit fóru eftir í 2. útbjóðing sigur Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil, sum má sigast at vera veruligi vinnarin í útbjóðingini, nú felagið er við í ikki minni enn fýra av teimum sjey loyvunum, sum eru latin. Í trimum førum er Statoil fyristøðufelag, operatørur og í einum føri er tað í bólki saman við ChevronTexaco, Dong og OMV.
Við úrslitinum av hesum umfarinum má sigast, at norska oljufelagið er eitt tað mest virkna á Føroyaøkinum og tískil drívandi megin í lokomotivinum. Rúni Hansen sigur, at felagið leggur stóran dent á kanningarnar á landgrunninum og vísir samtíðis á, at tað hevur ikki gjørt støðuna verri her, at Statoil keypti seg inn í eitt loyvi í bretskum øki, sum nú helst vísir seg at vera eitt oljufund. Hann útilokar heldur ikki, at nettupp tað fundið kann fáa týdning fyri víðari gongdina á Føroyaøkinum. Tað hevur í hvussu er gjørt sítt til, at áhugin fyri 2. útbjóðing var so mikið stórur. Tað vísir seg eisini, at øll feløgini, sum eru við í fundinum í bretskum øki, eru at finna aftur í føroysku útbjóðingini. Somu feløg søktu nevniliga um økið okkara megin markið og fingu loyvið her.
Uppá fyrispurning hvussu tað ber til, at felagið hevur søkt einsamalt um tvey leitiloyvi sigur Rúni Hansen, at vanliga roynir tú í sambandi við at bora ein brunn at býta váðan, men í hesum førinum bar tað so á, at vit mettu tað vera best at vera einsamallir og kunnu harvið menna økini, áðrenn vit so møguliga seinni kunnu fara út og bjóða øðrum feløgum uppí í samband við at bora brunn. Um tað fer at koma so langt.
Hvat heldur Statoilstjórin um, at tvey nýggj feløg sum ChevronTexaco og OMV nú eru komin inn á Føroyaøkið!
-Fyri Føroyaøkið er tað sera gott, at nýggj feløg koma við. At eitt stórt felag sum ChevronTexaco er komið inn á landgrunnin er sera positivt, tí tað hevur nógva vitan um alt Atlantsmótið.
Í dag telist Statoil millum fremstu loyvishavararnar á øllum Atlantsmótinum. Felagið hevur flestu loyvini á landgrunninum, íalt seks. Av teimum er felagið fyristøðufelag í fimm loyvum. Á bretskum øki er Statoil við í fýra loyvum, teirra millum stóra framleiðandi Schiehallionfeltinum.
Hví er Statoil so fokuserað uppá Føroyaøkið?
-Vit hava lagt eitt stórt arbeiði í Føroyaøkið heilt frá byrjan. Tað vóru onkur vónbrot í byrjanini, tá vit boraðu ein turran brunn. Kortini hava vit gjørt eitt stórt tekniskt arbeiði og hava skotið nógvan seismikk síðani vit boraðu. Vit síggja, at váðin er stórur á , og her eru nógvar teknologiskar avbjóðingar fyri framman, serliga tá hugsað verður um basaltið. Men vit halda framvegis, at hetta er vert at fara eftir. Við tí vitan vit hava á Føroyaøkinum og økinum kring okkum og við tí virkni , sum Statoil leggur fyri dagin, so halda vit, at her er nakað at fara eftir. Økið er enn ov gott at fara frá.
Loyvini í 2. rundu eru frá 3 til 5 ár. Í byrjanini verður farið at skjóta seismikk. Síðani er eitt skotbrá frá 3 til 5 ár, har man ger av, um man skal átaka sær eitt boriforpliktilsi. Ætlanin er at fara at skjóta seismikk í summar og tey fyrstu árini verða nýtt til at kanna, um tað er vert at taka eitt boriforpliktilsi á okkum ella ikki sigur Statoilstjórin.
Statoil fer saman við ChevronTexaco, Dong og OMV at bora avmarkingarbrunn hinumegin markið í summar. Hann útilokar ikki, at verður hetta væleydnað, kann tað fáa positiva ávirkan fyri arbeiðið á Føroyaøkinum. Statoil skal bora enn ein brunn í 1. útbjóðing. Tað hevur verið frammi fyrr, at prospektiviteturin í tí verandi økinum er ikki so góður, og tað er tí avgjørt ein møguleiki at flyta henda brunnin inn á 9 ára loyvi.
Rúni Hansen sigur, at tað nú umræður at halda fram við kanningunum á landgrunninum. Tað týdningarmesta er kontinuiteturin ? at arbeiði er í gongd, samtíðis sum nakað er í gongd í bretska økinum eisini. Í næstum fer Statoil at flyta skrivstovuna oman á Bryggjubakka.