Steðgaðu 50 bilum við Skálafjørðin

Løgreglan gjørdi í gjár ferðsluátøk í Eysturoy

Løgreglan gjørdi í gjár ferðsluátøk við Skálafjørðin og steðgaði 50 bilum. Eingin bót varð givin, men 12 átalur vórðu givnir fyri ymisk smávegis brot – løgreglan var í jólahýri og vildi tí heldur gevur átalur, tá brotini ikki vóru so álvarslig, sigur vaktleiðarin.

Bilførara vóru eisini kannaðir fyri rúsdrekka, men har var alt í ordan við tí.

Tá vetrartíð er, og vit kunnu vænta hálku, eru strangari krøv fyri dekkini, og tað skal slitbanini vera í mista lagi 3 mm, vísir vaktleiðarin á. 

Annars hevur seinasta samdøgrið verið friðarligt hjá løgregluni, har mesta virksemið hevur verið kring alarmsentralin, sum millum annað hevur til uppgávu at sena út sjúkrabilar.