Stefan Simonsen stjóri í Álandi

NORÐURLOND: Nýggjur stjóri í Nordens Institutt í Álandi verður Stefan Simonsen, sum í løtuni er stjóri í Norðurlandahúsinum í Grønlandi.

 

Føroyingar kenna Stefan Simonsen, sum var musikkskúlalærari í Føroyum í nøkur ár. Hann er 38 ára gamal, er giftur Guðrun Guðmundsen úr Sandavági, og tey eiga trý børn. Hann er føddur í Esbo í Finnlandi og vaks upp í Helsingborg og Borgå. Hann tók prógv á Sibelius-Akademinum í 1991 og hevur síðani starvast sum musikkskúlalærari í Finnlandi og í Føroyum, her hann eisini var musikskúlaleiðari. Seinastu góðu tvey árini hevur hann verið stjóri í mentanarhúsinum, Kaduak, sum er norðurlandahúsið í Nuuk í Grønlandi.

Stefan Simonsen tekur við starvinum, sum Mikkjal Helmsdal fór frá, tá hann gjørdist stjóri í Sjónvarpi Føroya.