Steinatún verður tað fyrsta

– Her eru sera nógv góð og spennandi hugskot, sigur Heðin Mortensen um vinnandi uppskotið um miðbýarætlan, ið nú verður tikið upp til politiska viðgerð í býráðnum

– Her eru sera nógv góð og spennandi hugskot, sigur Heðin Mortensen um vinnandi uppskotið um miðbýarætlan, ið nú verður tikið upp til politiska viðgerð í býráðnum.

 

Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu fegnast um úrslitið av arkitektakappingini um miðbýin í høvuðsstaðnum.

 

Sambært Heðini Mortensen er mest átrokandi at fáa gjørt okkurt við Steinatún, ið er at rokna sum eitt knútapunkt fyri allan høvuðsstaðin.

 

- Her skal okkurt henda skjótt, og mær dámar sera væl tað uppskot til loysn fyri Steinatún, sum Ragnar Zachariassen og Søren Yde Jensen eru komnir við, sigur Heðin Mortensen.

 

Eisini heldur borgarstjórin tað vera skilagott at taka niður nakrar av stóru grótgarðunum í miðýnum, lata upp partar av Havnará og annars fjálga og fríðka um býin eftir tí leisti, sum vinnandi uppskotið hjá ZETA Architects leggur upp til.

 

Les eisini: ZETA vilja byggja víðari á tað góða

 

- Men her eru so nógv uppskot, at nú mugu vit í býráðnum seta okkum niður at gjøgnumganga og viðgera allar teir møguleikar, ið her liggja, sigur Heðin Mortensen.

 

Borgarstjórin mælir til at kommunan í enn størri mun enn higartil raðfestir at skapa trivnað og lív í miðbýin í høvuðsstaðin.

 

Hoyr samrøðu við Heðin Mortensen við at trýsta á pílin undir myndini.