Steven Gerrard venjari hjá Rangers

Fyrrverandi liðskiparin hjá Liverpool roynir seg nú sum venjara

Skotska stórfelagið úr Glasgow, Rangers, hevur í dag kunngjørt, at Steven Gerrard verður nýggjur venjari í felagnum. Fyrrverandi liðskiparin hjá Liverpool hevur seinastu tíðina verið ungdómsvenjari í barndómsfelagnum.

- Tað er eitt risa felag og tá boðið kom, var eg ikki í iva. Eg fekk eina kenslu av, at hetta er nakað serligt og at Rangers er fyri meg, sigur Steven Gerrard á tíðindafundinum í dag.

Gary McAllister, sum millum annað hevur verið í Føroyum í samband við ein fótbóltsskúla, verður hjálparvenjari. 

- Eg havi spælt saman við Gary McAllister og kent hann síðani vit spældu saman í Liverpool. Eg eri ikki ein royndur venjari, men Gary hevur verið í spælinum leingi, sigur Steven Gerrard.

Rangers og Celtic hava í nógv ár verið stóru feløgini í Skotlandi, men seinastu árini hevur Rangers havt stórar fíggjarligar trupulleikar og felagið er farið á heysin. Nú er felagið aftur í bestu deildini. Rangers er nummar trý, nú trý umfør eru eftir. 23 stig eru upp til Celtic.