Stevndur eftir hálvari millión krónum

Stýrið fyri Føroya Handilsskúla metir at fyrrverandi stjórin, Reidar Nónfjall, hevur útgoldið sær sjálvum ov nógv í samsýning.

Rættarmálið, har stýrið fyri Føroya Handilsskúla hevur stevnt Reidari Nónfjall fyri góða hálva millión, var fyrr í vikuni fyri í Føroya rætti.

 

Málið snýr seg um samsýningina, sum Reidar Nónfjall fekk frá stýrinum í Handilsskúlanum, fyri at sita í bygginevndini fyri nýggja skúlan í Marknagili.

 

Stjórarnir fyri teir báðar skúlarnar, Reidar Nónfjall fyri Handilsskúlan og Egon Øregaard fyri Tekniska Skúla í Havn, skuldu sita í bygginevndini og gjørdust samdir við stýrini fyri skúlarnar um, at teir skuldu fáa ávísa samsýning fyri hetta arbeiðið, tí tað var sera rúgvismikið.

 

Samsýningin sum teimum var givin, varð 175.000 krónur. Og her er kjarnin til rættarmálið. Meðan Reidar Nónfjall er av tí fatan, at talan var um 175.000 krónur árliga, sigur stýrið fyri Føroya Handilsskúla, at talan varð um eina eingangsupphædd áljóðandi 175.000 krónur. Samtyktin sigur, at talan er um samsýning fyri eitt arbeiði, ið væntandi varar í eitt gott ár, ella til arbeiðið verður bjóðað út.

 

Samsýningin er goldin yvir 12 mánaðir, so Reidar Nónfjall hevur fingið stívliga 15.000 krónur um mánaðin fyri at sita í bygginevndini, frá mars mánaði í 2007. Arbeiðið skuldi tó vísa seg at taka væl meiri enn eitt ár og ikki fyrr enn í seint várið 2011 verður arbeiðið boðið út.

 

Í 2011 vaknar stýrið fyri Handilsskúlan sum við kaldan dreym, tá virkandi stjórin, Páll Isholm, og fíggjarleiðarin, Petur Djurhuus, gera stýrið, og seinni Mentamálaráðið og Landsgrannskoðaran varug við, at Reidar Nónfjall enn verður goldin samsýning fyri at sita í bygginevnini, 175.000 krónur um árið, og í novembur 2012 verður fyrrverandi stjórin stevndur, við kravi um endurgjald fyri tað, sum Handilsskúlin hevur rindað honum út yvir tær upprunaligu 175.000 krónurnar.

 

Kjarnin í málinum er sum sagt, hvat samtyktin hjá stýrinum inniber – er tað ein eingangsupphædd ella ein árlig upphædd.

 

Sakførarin hjá stýrinum er ivaleysur í sínum máli. Eins og avtalan hjá hinum stjóranum, Egon Øregaard á Tekniska skúla, so varð avtalan hjá Reidari Nónfjall um eina eingangsupphædd. Væntandi fór uppgávan ikki at taka meiri enn eitt ár, og tí var ongantíð nakað niðurfelt í avtaluna um, at hann skuldi fáa eina árliga samsýning fyri arbeiðið. Hann vísti á, at Egon Øregaard einans fekk 175.000 krónur í eitt ár, og at teir báðir høvdu somu avtalu. Tí skuldi Reidar Nónfjall heldur ikki fingið hesa samsýning í meiri enn eitt ár.

 

Jóhanna á Bergi, táverandi forkvinna í stýrinum fyri Handilsskúlan og Pætur Niclasen, ið bæði sótu í bygginevndini sum umboð fyri handilsskúlan, fingu eisini samsýning fyri sítt arbeiði í nevndini, men eins og hjá Egoni Øregaard, var teirra avtala galdandi í eitt ár.

 

Verjin hjá Reidari Nónfjall førdi fram, at í avtaluni hjá lærarunum á handilsskúlanum, ið sótu í bygginevndini, verður nevnt, at teir skulu fáa 75.000 krónur árliga. Tí er eingin orsøk at halda, at avtalan við stjóran ikki eisini var fyri eina árliga upphædd.

 

Dómur fellur í málinum um fýra vikur.