Stigini komu á eitt sera turt stað

Fótbóltur: Men leikliga avrikið hjá havnarmonnunum, sum vóru hepnir í Sarpisgerði, boðaði ikki frá, at teir eru evni til FM heitið

1. deild menn:

GÍ-HB 1-2 (1-2)


Í HB miðja teir framvegis eftir FM heitinum, men í fyrstu atløgu ræður tað um at vinna rættin til luttøku í Europa Cup.

Vónin fyri hesum styrknaði sunnudagin, tá teir tóku øll stigini móti næsta kappingarneytanum í hesum stríðnum.

Gøtumenn vóru ómetaliga óhepnir. Longu í fyrsta minutti fingu teir eitt evarska lítið brotsspark ímóti sær (og málverjin eitt gult kort), og eitt lítið korter seinni noyddist Henning Jarnskor at fara úr álopinum og í málverjubúnan, tí dómarin metti, at Sunvard Joensen hevði verið uttanfyri brotsteigarmarkið, tá hann sparkaði út. Frísparkið varð mett til gult kort, og harvið noyddist Sunvard Joensen undir brúsuna, áðrenn hann so at siga hevði fingið sveittan fram.


Sakna grundspælið

Súni Fríði Johannesen, sum var komin av skaðalistanum og í HB álopið, var tryggleikin sjálvur úr ellivu metrum, og tað, sum var eftir av fyrra umfarinum, leikaði javnt á, uttan at tað vóru serliga nógvir málmøguleikar.

Tá brotssparkið varð dømt móti GÍ málverjanum, stóðst støðan av, at Magni á Lakjuni kom ímillum afturlegging frá miðverjanum, Bartali Eliasen, sum hevði verið ivasamur undan dystinum, tí hann hevði koykt fótin. Og sami verjumaður átti ein lítlan, men týdningarmiklan lut í málinum, tá HB eftir 27 minuttir økti til 2-0. Eftir uppspæl í høgru ? tað besta sum teir sýndu í øllum dystinum ? millum Jóhannis Joensen og Hans Jørgen Djurhuus, sendi hesin seinni høgt innfyri, Bartal royndi at brúka høvdið, men megnaði bara at leingja innleggið til Magna á Lakjuni, sum vit handara stólpan fluktaði í kassan.

So var 2-0, HB tóktist vera komið úr máttloysinum, sum teir hava verið meiri og minni eyðkendir av í fleiri vikur, og tað kundi kanska hugsast, at teir skuldu vinna trygt.

Soleiðis gekk tað ikki, og tað høvdu HB menninir partvís skyldina av sjálvir. Hóast yvirmannaðir í meiri enn ein tíma, so høvdu teir ómetaliga ilt við at fáa samanspælið at rigga. Jan Dam var fyri fyrstu ferð leingi við frá fyrsta bríksli. Hann rúgvaði upp á verjukenda miðvallarplássinum, og royndirnar og menniskjaligu egingleikarnir hjá honum komu væl við, tá nógv stóð á, men tað var merkisvert, hvussu lítið HB fekk burturúr í álopspartinum, hóast teir vóru yvirmannaðir. At síggja teir samanspæla eitt tvey og yvirlappa var rár hending, m.a. tí besti bóltspælarin hjá teimum ikki kom inn, fyrrenn tað restaðu fimm minuttir, og í verjupartinum vóru teir alt ov langt frá mótstøðumonnunum.


Arbeiddu fyri søkini

Gøtumenn skulu hava rós fyri, at teir, hóast marginalirnir vóru ímóti, ongantíð fullu í fátt. Hans á Lag var so vinarligur ímóti teimum, at hann stútaði langt frísparksinnlegg frá Súna Olsen úr vinstru í málið hjá Bárðuri Johannesen (miðverjin mundi ætla at beina bóltinum út til horna), og eftir hetta var javnleikurin ikki minni sannlíkur enn økt HB leiðsla.

Í vinstru fingu gøtumenninir ongantíð orduliga fatur á uppspælinum, meðan tað serliga fyrra partin av seinna umfarinum ferð eftir ferð eydnaðist at koma ígjøgnum í høgru, og hesa løtuna var tað svørt óeydna hjá gøtumonnum, at teir ikki javnaðu. Magni Jarnskor sendi úr 35 metrum og í tvørtræið, Sasha stútaði úr stuttari fjarstøðu og í stólpan, og í einum og sama álopi bjargaðu verjuspælarar hjá HB tríggjar ferðir á málstrikuni.

GÍ noyddist at flyta fólkið alt longri fram, og tað hevði, sum tað leið út, fleiri snarálopsmøguleikar við sær til HB. Hans Jørgen Djurhuus var tvær ferðir og Magni á lakjuni eina ferð blankur við Henningi Jarnskor, sum vísti gott málverjuspæl og samstundis var eyka aftasti maður. Magni Jarnskor arbeiddi fyri fleiri, og Rúni Justinussen, Poul Ennigarð og Sámal Joensen (var sera misnøgdur við dómaran) stríddust eisini sera nógv. Tað sást lítið til, at havnarmenninir vóru fleiri á vøllinum, men hetta var í síðsta enda høvuðsorsøkin til, at teir fóru úr Sarpisgerði við trimum sera kærkomnum stigum.

Gøtumenn mugu bara staðfesta, at hetta var ikki dagurin hjá teimum.

GÍ: Sunvard Joensen ? Rúni Justinussen, Bartal Eliasen, Jóan Petur Olsen, Poul Ennigarð, Súni Olsen ? Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Pauli Jarnskor ? Alexander Radosavlovic, Henning Jarnskor

HB: Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Hans Fróði Hansen, Bjarki Mohr ? Hans Jørgen Djurhuus, Rúni Nolsøe, Jan Dam, Jens Erik Rasmussen ? Súni Fríði Johannesen, Magni á Lakjuni