Stjólu fløskur úr Mimir

Mikumorgunin í síðstu viku var tað boðað frá, at eitt innbrot hevði verið í Mimir, ølklubbanum í miðbýnum í Havn. Tjóvarnir høvdu fingið tikið fitt av fløskum við sær av stað aftur.

 

Tá løgreglan kom á staðið, fann hon skjótt slóðir at ganga eftir, millum annað fótavtrykk á staðnum. Mikudagin handtók løgreglan fýra fólk í samband við málið.

 

Tvey av teimum handtiknu høvdu treytaðar dómar og skuldu tí fyri grundlógaravhoyr. Annar teirra var tó mettur at vera so illa fyri, at tað ikki var ráðiligt, eins og at treytaði dómur av sera lítlum týdningi, metti løgreglan.

 

Hin maðurin var varðhaldsfongslaður í tvær vikur, meðan løgreglan heldur á við kanningararbeiðinum. Hini bæði vóru leyslatin aftur.

 

Hildur Hentze, kanningarleiðari, sigur at løgreglan fann nógvar fløskur í bústaðnum, av  sama slag, sum var tikið úr Mimir, og sannlíkt var, at talan var um somu fløskur.

 

Væntandi skulu skuldsettu fólkini fyri rættin fríggjadagin í næstu viku.