Sunset-kappingin
Higartil hava hondbóltskvinnurnar úr Klaksvík spælt sjey dystir. Úrtøkan hevur verið maksimal, og hartil hevur talan eisini verið um ein málmun, ið má tykjast mest sum ræðandi hjá mótstøðuliðunum. Eitt pluss upp á 88 á málkontini - 17,6 í miðal - boðað í øllum førum frá sannførandi sigrum, og mikukvøldið kom ein afturat av slagnum.
Hesa ferð vitjaði Stjørnan hjá VÍF, sum annars tykist hava fótað sær hampuliga væl, men tað var tó á ongan hátt nóg mikið móti Stjørnuni.
Frá fyrsta bríksli drønaði Stjørnan avstað, og alt fyri eitt løgdu tær sjógv millum liðini. Eftir eitt time-out kom VÍF tó nakað aftur, men tað var fyri eina løtu. Stjørnan setti aftur ferð á, og so var eingin ivi.
Ikki minst hevur Stjørnan í ár havt eitt stórt fysiskt yvirskot, og hetta varð aftur staðfest í seinna hálvleiki. VÍF megnaði snøgt sagt ikki at fylgja við gestunum, sum bara tóktust at økja. Og við 11 málum á muni var sum heldur ikki tað stóra at tosa um, tá dysturin var liðugur.
Fakta um dystin
VÍF-Stjørnan 22-33 (11-15)
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rápa 5(1), Sóley Mikkelsen 4, Fríða Marjunardóttir 4, Linda Johannesen 4, Finngerð Jensen 3, Jacklin Durhuus 1, Tórgunn H. Johansen 1
Stjørnan: Alina Olaru 7(3), Katarina Stepanov 6(1), Anna Kristina Samson 6, Louisa Andreasen 5, Bára Skaale Klakstein 5, Una Olsen 3, Birita Joensen 1
Brotskøst: VÍF 1, Stjørnan 4
Útvísingar: VÍF 2, Stjørnan 1
Dómarar: Heri Petersen & Hallur Danielsen