Fyrra hálvfinalan í steypakappingini hjá kvinnum millum Stjørnuna og VB í KÍ-høllini í Klaksvík er júst liðug.
Sigast má, at Stjørnan hevur vunnið sær ein góðan fyrimun, áðrenn ta seinnu hálvfinaluna suðuri í Vági um eina viku.
Stjørnan vann 25-20. Tá 54 minuttir vóru farnir var støðan javnleikur 20-20, so sigast má, at Stjørnan gjørdi eitt ordans hál ímóti dystarenda. Støðan í steðginum var javnleikur 13-13.
Guðrið Mortensen hjá VB segði við Trónd Arge, aftaná dystin, at hon harmast, at tær ikki vóru nóg kaldar ta seinastu løtuna, men hon trýr uppá, at tað ber til at heinta leiðsluna hjá Stjørnuni aftur í tí seinnu hálvfinaluni.
Durita Christophersen hjá Stjørnuni helt, at Stjørnan hevði fleiri streingir at spæla uppá, og tí fall dysturin til teirra fyrimun. Durita kom heim við flogfari fyrr í dag, fyri at kunna hjálpa Stjørnuni, og hon kom at spæla sín avgerandi leiklut í seinna hálvleiki í dystinum í dag.