Stjórnin kann verða sitandi

Ny Alliance er nú til reiðar at sleppa kravinum um eitt drotningaumfar aftan á valið, soleiðis at Anders Fogh Rasmussen kann verða sitandi -Vit hava sagt, at vit skulu hava eitt drotningaumfar aftan á valið, men hetta er ikki eitt treytaleyst krav. Kunnu vit semjast við forsætisráðharran aftan á valnáttina, nýtist Anders Fogh Rasmussen ikki at leggja frá sær, og so kann hann verða sitandi.

Tað sigur formaðurin í Ny Alliance, Naser Khader, við JyllandsPostin. Hann leggur afturat, at hetta er treytað av, at forsætisráðharrin gongur Ny Alliance á møti í ávísum málum.

Veljarakanningarnar benda á, at stjórnin fær brúk fyri Ny Alliance og Danska Fólkaflokkinum aftan á valið 13. november, men fleiri eygleiðarar ivast í, at tað fer at bera til at fáa teir báðar flokkarnar at samstarva.