Natasja Hammer ger sítt, og hon hevur skotið nógv mál í dystunum Stjarnan hevur leikt í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Men tað gongur illa hjá Stjörnuni at koma av aftasta plássinum í deildini.
Í kvøld tapti Stjarnan á heimavølli greitt 26-36 (12-18) fyri ÍBV.
Natasja var við fimm málum triðbesti málskjúttin hjá heimaliðnum.
Stjarnan er aftast í deildini við bert einum stigi fyri níggju dystir.
13. desember verður útidystur móti verandi meistarunum, Vali á skránni.











