B68 boðaði í gjár frá, at felagið hevur gjørt nýggjan sáttmála við U21-landsliðsspælaran Áka Johannesen. Sáttmálin er galdandi fyri 2022 og 2023.
18 ára gamli miðverjin hevur fingið sítt gjøgnumbrot í føroyskum fótbólti í ár saman við B68. Hann er ein av fleiri lokalum ungum spælarum, ið hava tikið seg fram í hesum kappingarárinum, nú B68 er aftur í bestu deildini.
Áki Johannesen byrjaði eisini inni á U21-landsliðnum, sum megnaði at spæla javnleik móti Fraklandi á Ovara vølli í Gundadali fyri kortum. B68 er í løtuni nummar átta í Betri deildini við 19 stigum. Sunnudagin spælir B68 móti NSÍ.
##med2##