Í gjáramorgunin fekk politiið fráboðan um, at innbrot hevði verið í einum matvøruhandli í Havn.
Kanningar á staðnum vístu, at innbrotið var framt umleið klokkan hálvgun trý og ein uppgerð vísti, at tjóvarnir høvdu stolið 12.000 krónur og einar 5.000 sigarettir. Vakmyndatól í handlinum vísti, at talan var um tvey fólk, ið høvdu framt innbrotið.
Eitt samdøgur seinni, klokkan tvey í nátt, steðgaði ein politið einum bili, sum koyrdi runt í Havnini. - Í bilinum vóru trý ung fólk. Politistarnir fingu skjótt illgruna um, at her var kanska talan um tjóvarnar og teir tóku sostatt tveir 18 ára gamlar menn við á politistøðina til nærri avhoyringar.
Løgreglan sigur, at teir viðgingu seg sekar og greiddu frá hvar teir høvdu goymt pengarnar og sigarettirnar. Og eftir eina húsarannsókn hjá teimum báðum, fann politiið nakað av tjóvagóðsinum. - Ein kassi við sigarettum og pengum, sum teir høvdu goymt aðrastaðni bleiv eisini funnin, og sostatt er nærum alt tjóvagóðsið funnið aftur, sigur løgreglan.
- Teir báðir mennirnir eru avhoyrdir og skuldsettir fyri innbrotið og eru leyslatnir. Teir vóru ikki kendir av politinum frammanundan.
|