Stjólu eina rúgvu av tómum fløskum

Løgreglan hevur ein varhuga av, hvør tað er

Í gjár varð ringt til løgregluna úr einum handli at boða frá, at fólk høvdu verið á gátt, sum høvdu stjoli eina rúgvu av tómum blikkum. Stutt eftir varð somuleiðis ringt úr einum øðrum handli at boða frá, at  har høvdu fólk eisini verið á gátt og høvdu stolið eina rúgvu av tómum fløskum.

 

Løgreglan veit ikki, hvussu nógv blikk, og hvussu nógvar fløskur, talan var um, men rúgvan var so mikið stór, at tað var neyðugt við bili at sleppa av stað við øllum.Tey siga, at endamálið við stuldinum var at selja blikkini og fløskurnar fyri at fáa pantið.

 

Løgreglan sigur, at tey hava onkran undir illgruna fyri stuldurin so tey fara at fylgja málinum upp. Tey siga, at talan var ikki um óvitar, ella blaðung fólk – ella í hvussu so er ikki bara - tí onkur av teimum var í hvussu so er yvir 18 ár og hevði koyrikort.