Mynd: Artsdatabanken.

Stjólu fýra tons av kongakrabba í Noregi

- Talan er um eskjur á fimm til tíggju kilo, og tað er eitt umfatandi arbeiði at stjala eina so stóra nøgd, sigur løgreglan.

 

Mynd: Artsdatabanken.

Sunnunáttina varð innbrot framt á einum virki í Noregi, sum eitt nú keypir og virkar kongakrabba.

 

Virkið, sum talan er um, er King Crab Hub A/S.

 

Norska løgreglan sigur á Tvitter, at brotsmenninir hava stjolið umleið fýra tons av krabba.

 

- Vit hava verið á staðnum og hava tryggjað okkum teknisk spor.

 

Løgreglan sigur, at tað vóru starvsfólk á virkinum, sum sóu fleiri brotsmenn á vakmyndatólinum, ið stjólu kongakrabba.

 

Átaksleiðarin hjá løgregluni í økinum, Fredrik Solbakken, sigur við norska Dagbladet, at talan er um umfatandi stuldur.

 

- Talan er um eskjur á fimm til tíggju kilo, og tað er eitt umfatandi arbeiði at stjala eina so stóra nøgd, sigur átaksleiðarin.

 

Norska løgreglan sigur, at enn er kanningararbeiðið komið so mikið stutt, at eingin í løtuni er undir illgruna í málinum.

 

Mett verður, at virðið av tjóvarínum liggur um tvær miljónir krónur í okkara peningi - ella 2,7 miljónir norskar krónur.

 

 

 

 

 

Mynd: Artsdatabanken.