Størsta fráveran í Løgtinginum er 20 prosent

Fundir í Norðurlandaráðnum órógvar protokolføringina í Løgtinginum

Teir báðir norðurlandaráðslimirnir hjá Løgtinginum, Johan Dahl og Erling Eidesgaard standa aftur fyri størstu fráveruni í Løgtinginum.

Tað er soleiðis, at fyri hvønn fund verður førd protokol í Løgtinginum, sum sigur, hvør er á fundi. Sosialurin hevur kagað í protokollina hjá Løgtinginum.

Tingfólk hava ikki møtiskyldu, men møta tey ikki, so verða tey skrivað sum fráverandi.

Vanligt er, at tá tingfólk eru burturstødd í »politiskum ørindum«, so rindar Løgtingið fyri, at varafólk møtir. Tað er til dømis tá tingfólk eru uttanlands í ørindum fyri Løgtingið. Men eitt undantak er, og tað er tá tingfólk eru burturstødd á fundi í Norðurlandaráðnum. Tey fáa ikki løn frá Norðurlandaráðnum, men løn frá Løgtinginum. Tí missa tey lønina, um tey hava varafólk fyri seg, tá tey eru á fundi í sambandi við Norðurlandaráðið.

 

##med2##

Tað er helst orsøkin til, at júst Johan Dahl og Erling Eidesgaard hava størstu fráveruna, ávikavist 14 og 13 tingfundir av teimum 70, sum vóru í síðstu tingsetu, sum endaði á ólavsøku.

Men tað eru tó onnur tingfólk, sum hava havt stóra fráveru seinasta tingárið. Eitt nú hevur Kaj Leo Holm Johannesen, ið hevur verið burtur frá 11 tingfundum, sum svarar til 15,7 prosent. 

Bárður Nielsen hevur verið burtur frá 10 tingfundum, sum svarar til 14,3 prosent, og Eyðdis Hartmann Niclasen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hava verið burtur frá sjey tingfundum, sum svarar til 10 prosents fráveru.

##med3##

 

Meira kann lesast í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á netinum á www.sos.fo