Stolt av at vera øðrvísi

- Eg veit, hvat tað vil siga at vera øðrvísi, men eftir mínum tykki hevur tað bara gjørt meg til eitt ríkari menniskja. Vakurleikan í lívinum finnur tú, tá tú lærir at vera eydnurík, har tú ert, sigur indiska Kalpana Vijayavarathan, sum flutti til Føroyar fyri 13 árum síðani

Ein dagin fyri 14 árum síðani ringdi telefonin heima Kalpana Vijayavarathan, sum tá búði í Madras í India. Í hinum endanum hoyrdi Kalpana spentu røddina á mostur síni, sum byrjaði at greiða frá, at nú hevði hon funnið ein ungan mann, sum Kalpana also bara mátti hitta. Og Kalpana - hon visti í stundini hví.
- Eg minnist bara, at eg hugsaði, "Á nei, ikki aftur nú". Eg hevði sagt nei so ofta, tá tey hildu seg hava funnið ein hóskandi mann til mín at gifta meg við, og eg dugdi illa at ímynda mær, at tað fór at vera øðrvísi hesuferð.
Men hesuferð var Kalpana heppin, tí Abraham var ikki bara øðrvísi. Hann var fittur, stuttligur, spennandi - stutt sagt alt tað, Kalpana hevði droymt um, at hennara framtíðar hjúnafelagi skuldi vera. Og tey bæði gjørdu skjótt av, tí tríggjar dagar seinni vóru tey trúlovað og høvdu gjørt av at gifta seg.
Fyriskipað hjúnalag
- Eg hevði ikki sagt ja til at gifta meg við Abraham, um eg ikki var forelskað í honum. Men eins og onnur indisk hjúnaløg varð okkara eisini fyriskipað av øðrum í familjuni, tí vit hittust ikki tilvildarliga, og báðar familjurnar høvdu mett um okkum bæði, áðrenn tey gjørdu av at presentera okkum fyri hvørjum øðrum. So hevði tað ikki verið fyri tey, høvdu vit neyvan nakrantíð hitt hvønnannan, greiðir Kalpana frá.
Og tað ber illa til at siga annað enn, at familjurnar høvdu gjørt sær stóran ómak, tí Abraham kom allan vegin úr Føroyum, har hann búði og arbeiddi, til Madras í India at hitta komandi konu sína. Og hóast hann mátti avstað aftur beint aftaná, bíðaði Kalpana tolin í eitt heilt ár, til hon hevði fingið neyðugu útferðarloyvini, so tey bæði kundu giftast, og hon kundi flyta til Føroyar saman við Abraham.
- Eitt ár er øgiliga lang tíð, tá tú ert forelska upp um bæði oyru, flennir Kalpana. - Jú, eg var spent at flyta til Føroyar, men eg má viðganga, at tankin um, at eg nú umsíðir slapp at vera saman við Abraham, gjørdi tað munandi meir freistandi at flyta so langt heimanífrá til eitt land, sum var so nógv øðrvísi enn alt, eg kendi frammanundan, sigur hon og smílist við tankan um øll tey heitu brøvini, sum ferðaðust millum tey bæði hesa langu bíðitíðina.
Kalpana hevur ongantíð sæð tað sum ein trupulleika fyri sítt hjúnaband, at tað varð fyriskipað av øðrum, ella at tey skuldu búgva í einum landi, sum er so nógv øðrvísi enn tað, tey eru uppvaksin í.
- Hvørgin av okkum er í tí landinum, vit kenna best, og har vit høvdu okkara serstaka leiklut frammanundan. Tí verður tað mátin, vit bæði eru saman uppá her og nú og ikki alt møguligt annað, sum verður avgerandi fyri, hvat lív vit bæði skapa saman. Eg veit ikki, um tað ber til at siga, at tú tekur títt hjúnaband í størri álvara undir slíkum umstøðum. Eg veit bara, at fyri meg er okkara hjúnaband ótrúliga virðismikið, og eg eri í grundini sannførd um, at tað hevði yvirlivað, uttan mun til, hvørjum landi vit búðu í, sigur Kalpana.
Ræðsla ger fólk blind
Hóast Kalpana møtti stórum gestablídni, tá hon kom til Føroyar og ikki hevur merkt nógv til, at onnur hyggja skeivt at henni og hennara familju fyri tað, um tey síggja øðrvísi út, so viðgongur hon, at tað hava verið løtur, har hon ikki hevur kent seg vælkomna í Føroyum.
- Tað ringasta, eg havi upplivað, var orðaskiftið undir valstríðnum til seinasta løgtingsval, og eg má viðganga, at eg hevði ilt við at kenna hasa síðuna av føroyingum aftur. Eg minnist, at eg sat og hugsaði: Men, hetta er jú eisini mítt heim - tað er her eg havi mína familju, mítt arbeiði, mítt lív - hvønn rætt hevur nakar, til at halda seg bara kunna taka mítt lív frá mær uttan nakað hóvastak?, sigur Kalpana, sum heldur tað vera syrgiligt at hoyra, hvussu fátæksligur og niðrandi føroyski hugburðurin mótvegis útlendingum er vorðin eftir bert heilt fáum árum. Sjálv heldur hon seg hava givið tí føroyska samfelagnum ikki so lítið bæði sum menniskja og sum lærari, og tí heldur hon tað vera ómetaliga særandi, at hetta kjakið mest sum bara er komið at snúgva seg um alt tað, útlendingar taka og oyðileggja við at koma her.
- Eg haldi hetta hevur nakað við ræðsluna fyri broytingum at gera. Ræðsla ger fólk blind og fær tey at halda uppat at hugsa, og tí byrja tey bara at sláa eftir tí, sum er lættast at raka. Ein onnur orsøk kann vera, at flestu føroyingar helst ikki vilja verða mintir á, at hetta landið ikki er fullkomið. Fyri at hýsa tankanum um at útlendingar kunnu gera landi ríkari, mást tú viðganga, at fullkomna myndin hevur nakar skøvir. Eg fortelji fegin fólki, at vit hava tað gott í Føroyum, men tað merkir ikki tað sama sum, at Føroyar er tað einasta landið í allari verðini, har tað er gott at búgva, sigur Kalpana og leggur afturat, at hon kortini framvegis er stolt av at vera øðrvísi og uggar seg við, at alsamt fleiri føroyingar tykjast venda sær ímóti nýggja útlendingapolitikkinum.
Heitið á trúnni ikki avgerandi
Familjan hjá Kalpana í India hoyrir til hægru miðalstættina og er tískil rættiliga væl fyri eftir indiskum mátistokki. Og kanska var tað orsøkin til, at pápi hennara altíð segði við hana: "Tú skalt ikki hyggja at teimum, sum hava meir, men minnast til, at tað altíð eru nøkur, sum hava minni, enn tú."
- Orðini hjá pápa mínum fingu ein øgiliga ítøkiligan týdning fyri meg, tí í India kann munurin millum rík og fátæk vera ovurhonds stórur. Tað ber stutt sagt ikki til at lata eyguni aftur fyri, at tað eru summi, sum ikki hava so frægt sum mat at geva sínum børnum, tíansheldur tak yvir høvdið ella eina song at sova í. Tað er sjálvandi avmarkað, hvat eg sum einstakur persónur kann gera, men eg havi í øllum førum lært ikki at taka nakað, hvørki mína familju, mína útbúgving ella økonomisku støðu sum eina sjálvfylgju. Tankin um, hvussu øðrvísi mítt lív kundi havt verið, minnir meg hvønn dag á, hvussu nógv eg havi at takka Gudi fyri, sigur Kalpana.
Kalpana og familja hennara hoyra til ta anglikansku kirkjuna, og hon dylur ikki yvir, at hennara trúgv hevur sera stóran týdning fyri hana og mátan, hon livir sítt lív. Fyri Kalpana er trúgv ikki nakað tú fært einaferð í lívinum við trygd fyri, at hon verður verandi støðug í allar ævir. Trúgvin broytist allatíðina alt eftir, hvar í lívinum tú ert, og tí má hon røkjast, um hon skal haldast á lívi í gerandisdegnum.
- Eg kann blíva ill inn á Gud og ivast í nógvum, men eg eri ongantíð í iva um, at Gud altíð er til reiðar at hjálpa mær, og tí eri eg ongantíð bangin. Eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu tað hevði verið at skulu flyta til hin endan á jørðini, har eg onki kendi frammanundan, um eg ikki hevði Gud at styðja meg til. Men so leingi, eg havi Gud við mær, kann eg flyta, hvar tað skal vera, sigur Kalpana sannførd.
Kalpana er uppvaksin sum partur av tí lítla kristna minnilutanum í India, sum bert telur eini 4%, meðan 80% eru hinduar og restin muslimar, og hetta hevur eisini havt sína ávirkan á mátan, Kalpana fatar sína trúgv.
- Mín klóki gamli abbi segði altíð, at tað er ber arrogansa at billa sær inn, at tín trúgv er betri ella reinari enn nøkur onnur. Og eg ivaðist ongantíð í, at hann hevði rætt, tí míni vinfólk vóru ein sprøklut blanding av hindu-um, muslimum og kristnum, og tey vóru jú øll góð menniskju fyri tað. Og eg eri framvegis sannførd um, at tað er trúgvin á Gud og ikki heitið á trúnni, sum er avgerandi, sigur Kalpana og leggur afturat, at tá hon kom til Føroyar, ivaðist hon ikki í, at hetta mátti vera eitt land, har friður valdaði á tí átrúnarliga økinum, tí øll jú vóru kristin. Tí kom tað ógvuliga óvart á hana at hoyra áhaldandi ósemjurnar og kjakið millum samkomurnar.
- Jú, eg má viðganga, at eg undrist framvegis, men sum við øllum øðrum má hatta vera eitt mál millum tann einstaka og Gud - tað er í øllum førum hvørki upp til mín ella nakran annan at gera av, hvør ella um nakar hevur rætt ella ikki.
Eitt kall at vera lærari
Kalpana er mag. art í enskum máli- og bókmentum og starvast dagliga sum lærari á Handilsskúlanum í Havn. Og seinasta leygardag var Kalpana ein av teimum, sum fingu Master of Management prógv eftir at hava lisið fjarlestur á Robert Gordon University í Skotlandi. Men tað var ikki bara áhugin, sum fekk Kalpana at fara undir hesa nýggju útbúgving.
- Útbúgvingin hjá mær frá universitetinum í Madras er góð, men eg helt hana vera vorðna nakað gamla, og at tað var tíð uppá, at eg endurnýggjaði meg. Eg meini so við - hvussu kunnu vit krevja av næmingunum, at teir skulu fylgja við í tí, sum hendir rundan um teir, um vit lærarar ikki krevja tað sama av okkum sjálvum, spyr Kalpana og avdúkar harvið, at starvið sum lærarari fyllir sera nógv í hennara lívi.
- Eg eri als ikki í iva um, at tað er mítt kall at vera lærari. Eg elski at undirvísa, og tað gleðir meg inniliga at síggja, hvussu nógv næmingarnir broytast og mennast tey tvey til trý árini, eg havi teir. Eg veit, at tey halda meg vera í so stranga, men eg plagi at minna tey á, at tey fara at takka mær fyri tað seinni, sigur Kalpana og leggur flennandi afturat, at tað avgjørt eisini kann hava sínar fyrimunir at vera øðrvísi, tí hon hevur varhuga av, at næmingarnir ofta góðtaka hennara stranga disiplin, tí hon er jú ikki "ordiligur" føroyingur.
Kalpana dylur ikki yvir, at hon fylgir væl við, hvussu tað gongst næmingunum seinni, og at hon altíð roynir at stuðla teimum í at fara víðari, út í onnur lond at nema sær meir útbúgving og aðrar royndir.
- So kann eg ganga og gleða meg til, tey koma aftur við sínum nýggjum og øðrvísi royndum, sum vera við til at gera okkara samfelag ríkari og meir fjøltáttað - eg eri sannførd um, at tað er har framtíðin hjá Føroyum liggur.
Fer ikki aftur
Kalpana er eydnurík fyri sítt lív í Føroyum, men hon heldur tað ikki vera so einfalt at svara spurninginum, um hon nakrantíð flytur aftur til India, tí sum hon sigur
- Eg eri eitt annað menniskja nú - eg hevði eitt lív í India, men nú er mítt lív í Føroyum. Okkara synir, Markus og Matthew, sum eru 12 og 5 ára gamlir, eru føddir her og kenna jú onki annað, so fyri teir er tað onki at fara aftur til, sigur Kalpana og minnist einaferð, hon hoyrdi Markus siga, tá hann skuldi presentera familjuna: "Eg og beiggi mín eru føroyingar, og hatta eru mamma og pápi, og tey eru indarar"
- Í tí, hann segði tað, kendi eg eitt prik í hjartanum, men so hugsaði eg, hann hevur jú rætt, tað er jú soleiðis tað er, og tað fer ongantíð at verða øðrvísi. Tíðin fer at vísa, um vit einferð velja at búseta okkum í India, men tað verður ongantíð talan um at flyta aftur til India. Eg eri glað fyri at vera ein partur av tí føroyska samfelagnum, men tey virðini, eg havi fingið heimanífrá, fara altíð at vera ein týdningarmikil partur av mær. Tað ger meg øðrvísi, men eftur mínum tykki eisini eitt ríkari menniskja. Vakurleikan í lívinum finnur tú, tá tú lærir at vera eydnurík, har tú ert, sigur Kalpana við einum brosi.