Stoltenberg á fund við svenskar floksleiðarar

Fundurin millum Nato-aðalskrivaran og svenskar floksleiðarar verður beint fyri fundin millum Svøríki, Finnland og Turkaland.

 

Tað er ein tungur burður at fáa turkiska forsetan, Recep Erdoğan, at góðtaka svenskan limaskap í Nato.

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, er boðin við til samrøður við fimm av floksleiðarunum í svenska Ríkisdegnum.

 

Sambært innbjóðingini verða hesar samrøður týsdagin hin 7. mars - ella tveir dagar, áðrenn Svøríki, Finnland og Turkaland hittast til fundar.

 

Evnið er umsóknirnar hjá ávikavist Svøríki og Finnlandi um limaskap í verjusamgonguni, Nato. 

 

Tað er svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, sum hevur bjóðað floksleiðarunum, sum eru fyri svenskum limaskapi í Nato, til samrøður.

 

Umboðini hjá Miljöpartiet og Vänsterpartiet eru ikki boðin við.

 

Sambært tíðindastovuni NTB verður eisini svenski trygdarráðgevin, Henrik Landerholm og samráðingarleiðarin hjá svensku stjórini, Oscar Senström, við.

 

Fundurin millum Nato-aðalskrivaran og teir fimm svensku floksleiðararnar verður soleiðis beint fyri fundin millum Svøríki, Finnland og Turkaland.

 

Í dag hava Nato-aðalskrivarin og finski forsætisráðharrin, Sanna Marin, hitt tíðindafólk í finska høvuðsstaðnum, Helsinki, har norðurlendska arbeiðararørslan heldur fund. Eisini á hesum fundi eru finsku og svensku umsóknirnar um Nato-limaskap til umrøðu, eins og støðan í Ukraina verður viðgjørd. 

 

- Vit hittast í einari truplari tíð, segði Jens Stoltenberg og vísti til russiska forsetan, Vladimir Putin og kríggið í Ukraina.

 

Nato-aðalskrivarin segði, at tíðin er komin til at góðkenna umsóknirnar hjá Finnlandi og Svøríki. Hann vísti á, at russiski forsetin leggur ætlanir um meira kríggj, sum Jens Stoltenberg tók til. 

 

- Tað er ikki bara gott fyri Svøríki og Finnland at fáa Nato-limaskap, men fyri øll Nato-lond, legði hann aftrat.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Tað er ein tungur burður at fáa turkiska forsetan, Recep Erdoğan, at góðtaka svenskan limaskap í Nato.

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg og finski forsætisráðharrin, Sanna Marin.