Stoltenberg: - Nú er tíðin komin

- Nú er tíðin komin til, at Svøríki eisini verður limur í Nato, sigur Jens Stotenberg á tíðindafundi í dag.

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, hevur í dag hildið tíðindafund saman við forsætisráðharranum í Estlandi, Kaju Kallas. 

 

Fundurin, sum hevur verið millum aðalskrivaran og forsætisráðharran, er liður í fyrireikingunum til Nato-toppfundin, sum verður í litaviska høvuðsstaðnum, Vilnius, seinni í juli.

 

Jens Stoltenberg hevur afturvendandi rópt russisku innrásina í Ukraina fyri "eitt mistak" og eina "strategiska feilmeting".

 

Soleiðis var eisini á tíðindafundinum í dag, veit norska Dagbladet at siga.

 

Á tíðindafundinum endurtók hann hesar útsagnir sínar.

 

- Hersetingarkríggið í Ukraina er eitt stórt strategiskt mistak. Vit mugu halda fram at styrkja verjuna, og vit skulu verja hvønn tumma av Nato-øki.

 

Í samband við Wagner-uppreisturin seinasta leygardag brúkti hann eisini høvi at leggja dent á, at Russland bæði hevur strategiskar-og samskipanartrupulleikar.

 

- Hetta er eitt innanhýsis drama fyri Russland, og vit noyðast at fylgja gongdini bæði væl og virðiliga, sigur hann.

 

Hin 6. juli verður fundur á Nato-høvuðsstøðini í Brüssel millum Turkaland, Svøríki og Finnland, og Jens Stoltenberg heldur, at tíðin nú er komin til, at Svøríki alment verður limur í verjusamgonguni.

 

- Vit skulu skjótt hava ein fund millum leiðararnar í øllum Nato-londum. Hetta verður fyrstu ferð, at Finnland verður við. Nú er tíðin komin til, at Svøríki eisini verður limur í Nato, sigur Jens Stotenberg á tíðindafundi í dag.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at Finnland er 31. landið, sum hevur fingið limaskap í verjusamgonguni, Nato.