Skeiðið á Húsarhaldsskúla Føroya er við at verða liðugt, og í tí sambandi skipa næmingarnir á skúlanum í dag fyri stórari framsýning av tí handaliga arbeiðnum, sum tey hava gjørt.
Framsýning í ár verður eitt sindur øðrvísi, og sum nakað nýtt verður livandi verkstaður, har møguleiki er at síggja næmingar gera ymisk handaligt arbeið. Á framsýningini skipa mæningarnir eisini fyri einari mótasýning við klæðum frá Bláa Krossi.
Áhugin fyri endurnýtlsu og matoyðsli er alsamt veksandi, og er hetta eisini nakað, sum Húsarhaldsskúli Føroya varpar ljós á.
Við endurnýtslu fáa klæðini nýtt og longri lív. Við at endurnýta eru vit eisini við til at hjálpa hvør øðrum og kunnu læra at fegnast um, at onnur fáa gleði av tí, sum vit ikki longur hava tørv á - og øvut.
Paulina Eliasen lærari á skúlanum fer at greiða frá um týdningin av hondarbeiði, og hvussu vit vekja áhuga fyri handverkinum millum ung. Á framsýningini verður høvi hjá teimum vitjandi at fara á kafe, fáa okkurt leskiligt undir góman afturvið einum góðum kaffimunni.
Eisini er opið hús, har kanska serliga komandi næmingar og foreldur teirra kunnu fáa meira at vita um Húsarhaldsskúla Føroya.
Framsýningin er opin í dag frá klokkan 16-21, og mótasýningar verða ávikavist klokkan 17, 19 og 20.
- Øll eru hjartaliga vælkomin á gátt seinnapartin í dag, verður sagt á Heilsuskúla Føroya í Klaksvík.