Stóra mótmælistiltakið ímóti grindadrápi, sum tveir týskir felagskapir ætlaðu at skipa fyri á ólavsøku, verður av ongum.
Tað vóru teir báðir týsku felagsskapirnir WDSF og Prowal, sum hava boðað frá, at teir komu til Føroya á ólavsøku at mótmæla grindadrápi
Felagsskapirnir, halda upp á at yvir 90 fólk høvdu sett sær fyri at koma til Føroya á ólavsøku at mótmæla grindadrápi.
Men formenninir í felagsskapunum, Andreas Morlok í Prowal og Jürgen Ortmüller í WDSF, siga, at av trygdarávum hava teir mælt fólki frá at koma til Føroya.
Ístaðin vera tað bara teir báðir formenninir í felagsskapinum, sum koma einsamallir til Føroya at mótmæla grindadrápi
Felagsskapirnir skuldseta føroyingar fyri at hava rópt ókvæmisorð eftir limunum í umhvørvisfelagsskapunum og enntá skulu føroyingar hava hótt teir við lívinum
Tí er tað ikki ráðiligt hjá mótmælisfólki at koma til Føroya og av tí sama er stóra mótmælistiltakið avblást, siga teir.