Stovuorgul sum bass-guitar

Fyrstu tekstirnir góvu limum í bólkinum láturkrampa. Saman við manningini í Kjølum var hann undangongumaður, tá rockur varð skrivaður á føroyskum. Hann heldur Prix Føroyar vera nakað av tí størsta, sum hevur verið fyri føroyskan tónleik. Og hóast heldur lítillátin, so er hann errin um, at Sorgblídni enn hevur støðu sum føroyskt tónleikahitt

Tað byrjaði alt eina føstulávint í Kollafirði. Partur av undirhaldinum í bygdarhúsinum hetta kvøldið var ein nýggjur bólkur, har Signar í Homrum var forsangari.

- Eg minnist ikki, um tað var í ’87 ella ’88, men eg minnist, at eg var óluksáliga nervøsur. Haldi faktiskt, at eg hálvgum krógvaði meg handan trummusettið, meðan vit spældu, sigur Signar um fyrstu upplivingina, sum hann hevur havt á palli.

- Men tað var stuttligt. Hóast okkum vantaði ein bass-spælara, og keyboard-spælarin tí nýtti bassarnar á einum stovuorgli, so gekk dansurin væl, og vit fingu í øllum førum dirvi til meira, sigur Signar í Homrum, sum í heyst aftur var fløguaktuellur.


Rockur á føroyskum

Hetta føstulávintskvøldið í Kollafirði var byrjanin til tað, sum seinni gjørdist til Kjølar. Talan varð her um ein bólk, sum sjálvandi spældi sín part av cover-løgum, tá dansur varð hildin, men sum sanniliga eisini prógvaði, at rock-tónleikur eisini kann skrivast her á landi. Sjálvandi høvdu eitt nú Straight Ahead og Hjarnar prógvað hetta undan teimum, men nógv av tí føroyska, sum kom fram um hetta mundi, var meira at kalla kvøðuljómatónleikur. Og tað er ikki júst tað, sum Signar trívist best við.

- Eg byrjaði spakuliga at skriva, og sjálvur ivaðist eg ikki í, at vit kundu gera okkara egna tónleik – eisini rock við føroyskum teksti. Men tað er nú synd at siga, at byrjanin var so øgiliga góð.

- Eg hevði gjørt eini tvey løg, og eg vísti tey so fyri hinum í bólkinum hjá okkum. Eg var sjálvandi spentur upp á móttøkuna, men at tveir teirra skuldu flenna somikið nógv, at teir mest sum rullaðu runt á gólvinum, tað hevði eg so ikki væntað. Hinvegin hildu Jens Marni Hansen og beiggi mín, at hetta kundu vit saktans, og tí byrjaðu vit at gera alt meira við hetta. Sjálvandi vóru cover-løg av ymsum slag eisini við, tá vit vóru á palli, men vit royndu at fáa okkara egna tilfar meira og meira fram.

- Tá vit so ta einu ferðina – haldi tað var í ’92 – fingu í boði at koma til konsert í Útvarpshøllini, helt beiggi mín fyri, at so spældu vit bara okkara egna tilfar. Tað gjørdu vit eisini, og eg haldi, at móttøkan var á eini góðari leið.

- Tá Jens Tummas Næs og Henning Nicodemussen seinni komu við í bólkin, gjørdist tað eisini meira álvari í tí heila. Vit komu við í Prix Føroyar, og vit fingu fyrsta veruliga hittið við “Paying”, sum var við á Rock í Føroyum 2. Og so kom av álvara gongd í. Eitt nú við útgávuni, har bæði Skýmandi kvøldið og Sorgblídni vóru á.


Prix’ið var kempustórt

Tá hann soleiðis tosar um Prix Føroyar sum tiltak, so hoyrist á øllum brøgdum, at eymleikin í prátinum gerst størri. Og Signar er eisini skjótur at viðganga, at hetta var nakað heilt serligt.

- Prix Føroyar hevur heilt víst havt eina ovurstóra ávirkan á føroyskan tónleik. Tú skalt eisini hugsa um, at hetta var, áðrenn nakað æt Youtube, og alnetið var nóg illa komið til Føroya. Tí var hetta ein framúrskarandi pallur hjá føroyskum bólkum, og finalukvøldið sóust valla fólk á gøtunum, tí øll hugdu í sjónvarp.

- Tað spruttaði eisini við kreativiteti og nýhugsan. Eg sá onkrastaðni, at Fróði Vestergaard í viðtali segði, at til hvørt Prix vórðu skrivað á leið 300 nýggj føroysk løg, og tað sigur ikki so lítið um, hvør orka varð løgd í hetta.

- Og eftirtíðin hevur eisini víst, at nógv av teimum stóru nøvnunum í føroyskum tónleiki í dag eru sprottin úr júst hesum umhvørvinum. Eitt umhvørvi, sum eisini skapti stórar synergi’ir, og hóast bólkarnir broytast, so sært tú aftur og aftur, at ymsar manningar við ymsum prix’luttakarum verða settar saman. So tú sært enn slóðirnar eftir Prix’num.


Dygdin stendur altíð eftir

Tó at hann fyllir nógv á pallinum, so er Signar ikki tann, sum ber tey stóru orðini fram um tað, sum hann hevur avrikað sjálvur. Og hann vil ikki svara játtandi upp á spurningin, um hann og Kjølar hava verið fyrimyndir ella trendsetarar, tá tað ræður um at skriva rock-tónleik her í Føroyum.

- Tað haldi eg ikki, og í øllum førum er tað ikki nakað, sum eg havi givið serligan ans. Men tað er nú stuttligt, tá vit spæla til dans í dag, og fólk framvegis vilja hoyra okkum spæla Sorgblídni. Fleiri av teimum, sum nú ganga í býnum, vóru nóg illa fødd, tá lagið varð skrivað, men tey syngja kortini við til at hvørt einasta orð. So onkrastaðni hava vit rakt væl. Og tað er stuttligt, at hetta er á einum lagi við føroyskum orðum.

- Sjálvur havi eg altíð lagt stóran dent á, at teksturin skal sita væl. So mugu onnur meta um, hvussu tað hevur eydnast. Nú ein dagin tosaði eg við ein vinmann um tónleik, og hann helt fyri, hvussu vánaligur teksturin var í nógvum av tí, sum verður skrivað í dag, men har eri eg als ikki samdur. Tað varð so sanniliga eisini nógvur vánaligur tónleikur skrivaður í 60’unum og 70’unum, men vit minnast bara tey góða. Tíðarinnar tonn hevur jú tann góða eginleikan, at hon lúkar tað vánaliga burtur, so eg kann kanska loyva mær at vera eitt sindur errin um eitt lag sum Sorgblídni, sum framvegis verður somikið væl móttikið, sigur Signar í Homrum.