Hondbóltur
Mansliðið hjá Kyndli liggur væl fyri í landskappingini, nú farið verður undir endaspælið. Liðið vann greitt grundspælið og tapti bert tann eina dystin, sum var ímóti hoyvíkingum. At tað ikki var av tilvild, prógvaðu hoyvíkingar í høllini á Hálsi mikukvøldið. Teir vunnu ein sannførandi sigur, 35 ?28, og tað var ikki eitt mál ov nógv!
Jakob mansvardur allan dystin
Longu frá fyrsta bríksli í dystinum fór H71 undir at mansverja spælskiparan hjá Kyndli, Jakob Jónsson. Hetta tóktist ikki at heimaliðið tað stóra, tí at fleiri av hinum leikarunum hjá Kyndli tóku ábyrgd, einamest Høgni Klein.
Dysturin var hart spældur longu frá fyrsta bríksli, og dómararnir báðir høvdu úr at gera við at hava gula kortið uppi úr skjúrtulummanum.
Kyndil hevði munin á hoyvíkingum fyrstu løtuna, og hevði tað ikki verið fyri Levi Nybo í málinum hjá H71, kundu kyndlamenn møguliga havt lagt seg avgerandi á odda longu tíðliga í dystinum. Hoyvíkingar, ið leiktu við Jákupi á Borg sum spælskipara, høvdu trupulleikar við at finna stevið fyrstu løtuna, og tá ið fyrri hálvleikur var um at verða hálvrunnin, gjørdust vónirnar enn daprari.
Gerster sá reytt
Góðir 14 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki, tá ið Kyndil fer í álop. Ken Zachariassen roynir seg, men fær ikki mál. Hoyvíkingar ætla sær í skjótt mótálop, men leikandi venjarin hjá H71, danin Henrik Gerster, var dottin inn í málteigin, tá hann skuldi verja fyri Ken. Tá hann skal reisa seg skjótt upp, forðar Ken honum í hesum. Hetta fekk øði í danan, sum langaði albogan í andlitið á kyndlamanninum. Dómararnir vóru eirindaleysir ? reytt kort til Gerster og tveir minuttir til Ken Zachariassen.
Hoyvíkingar vóru alt annað enn fegnir um avgerðina, men hon var uttan iva røtt. Dysturin gjørdist nú rættuliga ljótur, og minni enn ein minutt eftir áðurnevndu hending, noyddust dómararnir báðir at taka liðformenninar til síðis og biðja teir sissa sínar menn, áðrenn tað endaði heilt galið.
Óskipað kyndlalið
Eftir at Henrik Gerster hevði fingið reyða kortið, væntaðu tey flestu óivað, at nú var slóðað fyri einum løttum sigri til oddaliðið Kyndil, men so var ikki.
Tað tóktist heldur sum um, at hoyvíkingar fingu eina eyka portión av stríðsvilja. Teir bardust sum úlvar á skóg í verjuni, og í álopspartinum vóru teir munandi effektivari enn teir grønu kyndlamenninir. Spakuliga nærkaðist H71 aftur Kyndli, og hóast teir einaferð vóru tveir mans færri í tveir minuttir, so eydnaðist tað hoyvíkingum at fáa havnarliðið aftur, og áðrenn farið var til hálvleiks, høvdu gestirnar enntá megnað at lagt seg á odda við tveimum málum1
Tað var heilt týðuligt, at kontanta verjan hjá hoyvíkingum tók pippið frá Kyndilsmonnum, og álopsspælið hjá teimum gjørdist ógvuliga óskipað og ineffektivt.
Stutt fyri steðgin sendu hoyvíkingar nýggja spælaran Eyðun Jensen á vøllin. Eyðun spældi í nógv ár í Neistanum, men seinastu mongu árini hevur hann verið búsitandi uttanlanda. Beinan vegin at hann var komin inn, skeyt Eyðun tvey góð mál, eftir at hann meira ella minni hevði hildið kyndilsverjuni fyri gjøldur. Eisini kom Johnny Durhuus á vøllin fyri Olaf Vestergaard hjá H71, tí tann seinast nevndi hevði fingið tvær útvísingar. Hetta vísti seg at verða ein skilagóð avgerð, tí Johnny gjørdi av álvara vart við seg í dystinum.
Levi tók sjálvsálitið frá kyndlamonnum
Seinni hálvleikur helt fram, har sum tann fyrri endaði. Hoyvíkingar stríddust sum úlvar, og heimaliðið tóktist fjáltursstungið. Leikararnir hjá Kyndli høvdu nógvar feilavleveringar, og tá ið teir royndu seg við skotum upp á mál, var oftast talan um panikloysnir.
Hinvegin kann heldur ikki sigast, at hoyvíkingar borðreiddu við flottum hondbólti, men teir vóru munandi effektivari enn teir grønu. Tað eydnaðist eisini hoyvíkingum ferð aftaná ferð í seinna hálvleiki at spæla Johnny Durhuus leysan á strikuni, og hann skeyt ikki færri enn sjey mál eftir steðgin.
Somuleiðis hevði H71 í málinum ein sera væl upplagdan Levi Nybo, sum við einari røð av bjargingum tók alt sjálvsálitið frá álopsleikarunum hjá Kyndli.
So hvørt sum seinni hálvleikur leið, skramblaði kyndlaliðið bara meira og meira saman. Í einari roynd at fáa vent gongdini, sendu teir frá byrjan í seinna hálvleiki liðskiparan, Hans Áka Dal-Christiansen, inn av bonkinum, har hann hevði sitið allan dystin orsaka av skaða í øksluni, men heldur ikki hetta hjálpti stórvegis. Hans Áki var næstan bara við í verjupartinum, og hóast hann er ein av okkara stinnastu verjuspælarum, var tað ikki nóg mikið til at tetta stóru lekarnar í kyndilsverjuni.
H71 annað beinið í finaluni
Hoyvíkingar bara øktu um leiðsluna, og tá ið dysturin var liðugur, høvdu teir vunnið ein ruddiligan sjeymáls sigur, 35-28. Sigurin var als ikki ov stórur, tí hoyvíkingar vóru teir betru gjøgnum allan dystin, og teir stríddust fyri hvørjum øðrum allan dystin á tamb. Onkur vil kanska verða við, at teir spæla heldur ófantaligt, men teir spæla ikki nógv harðari enn teir fáa loyvi til.
Um Kyndil skal gera sær nakrar vónir um at endurvinna steypakappingina hjá monnum, skulu aðrir bollar á súpanina. Avrikið mikukvøldið í høllini á Hálsi var alt annað enn sannførandi, og tað var vert at leggja til merkis, hvussu friðarlig verjan hjá oddaliðnum var. Eisini kann staðfestast, at tað tóktist ógvuliga trupult hjá Kyndli at fáa nakað skipað álopsspæl, tá ið Jakob Jónsson bleiv mansvardur.
Kyndil-H71 28-35 (15-17)
Støður í dystinum
10 min: 5-3
20 min: 13-11
40 min: 19-22
50 min: 23-28
Málskjúttar
Kyndil: Høgni Klein 8(2), Janus Einar Sørensen 5, Jakob Jónsson 4, Josef Abrahamsen 4, Finnur Hansson 3, Ken Zachariassen 2, Hjalti M. Jacobsen 1, Hans Áki Dal-Christiansen 1
H71: Johnny Durhuus 8, Halgir Dahl-Olesen 6, Kristian Eli Zachariassen 4, Jákup á Borg 3, Heini Bentsen 3, Eyðun Jensen 3, Niels V. Niclasen 3, Henrik Gerster 2(1), Olaf Vestergaard 2, Tróndur Vatnhamar 1
Brotskøst: Kyndil 2(2) H71 2(1)
Útvísingar: Kyndil 6 H71 6
Burturvísing: H71 1 (Henrik Gerster)
Dómarar: Kristian Johansen og Sàmal Hansen ? komu væl frá einari truplari uppgávu