Smuglaði 475 gram av hashi og ætlaði at selja tað víðari

Straksdómur í máli um innflutning af hashi.

Ein 39 ára gamal maður er í dag dømdur í Føroya Rætti fyri at royna at innflyta hash til Føroya við tí fyri eyga at selja tað víðari.

 

Maðurin, sum er danskari og kom til Føroya í gjár, bleiv steðgaður av tollvaldinum. Tað vísti seg, at hann hevði umleið 475 gram av hashi uppiá sær.

 

Hann játtaði seg sekan, og tí kundi málið avgreiðast við einum sokallaðum straksdómi í Føroya Rætti í dag. Maðurin, sum áður er dømdur í Føroyum fyri líknandi brot á lóggávuna um rúsandi evni, bleiv dømdur 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing.

 

39 ára gamli maðurin móttók dómin.