Fiskivinna
Strandarlondini, ES, Føroyar og Noreg, gjørdu á fundi í Havn, 25.- 26. november semju um fiskiskapin eftir makreli í 2006.
Heildarkvotan í 2006 er sett til 442.000 tons, og samanborið við semjuna fyri 2005 er kvotan hækkað við fimm prosentum.
Føroyska makrelkvotan í 2006 er soleiðis 20.450 tons.
Samsvarandi ICES
Fiskimálaráðið sigur, at partarnir hava síðani 1999 gjørt semju um ein veiðisetning fyri umsiting av makrelstovninum og eitt kvotabýti.
- Fyrsta strandarlandaavtalan varð gjørd fyri 2000, og við undantaki av 2003 hava avtalur verið gjørdar á hvørjum ári síðani.
Víst verður á, at ásetingin av heildarkvotuni fyri 2006 er gjørd samsvarandi veiðisetninginum hjá strandarlondunum og eftir tilmælinum frá ICES, sum í seinastu ráðgevingini sigur, at ein heildarkvota millum 373.000 tons og 487.000 tons er innan fyri lívfrøðiliga tryggar karmar.
Altjóða sjógvur
Ein partur av heildarkvotuni av makreli er settur av til altjóða sjógv.
- Hetta verður viðgjørt á ársfundinum hjá NEAFC í november.
Fiskimálaráðið vísir á, at ES, Føroyar og Noreg eru samd um at halda fram og betra eftirlitið við fiskiskapinum eftir makreli, herundir landingum, útblaking og vantandi veiðifráboðanum.
- Londini eru eisini samd um at menna vísindaliga samstarvið í sambandi við kanningar av makrelstovninum, sigur Fiskimálaráðið.
Bjørn fegnast
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fegnast um, at tað eydnaðist londunum at koma ásamt um eina avtalu um makrelin.
- Semjan um makrelin er eitt dømi um, at við samstarvi millum strandarlondini ber til at skipa fiskiskapin á ein lívfrøðiliga forsvarligan hátt. Tað er hetta, sum í longdini tænir øllum pørtum, leggur landsstýrismaðurin dent á.