Fótbóltur
Lagið var einki serligt í EB/Streyma leguni. Eingin ivi var teirra millum um, at heimaliðið hevði verið meiri sannførandi. EB/Streyma menninir harmaðust um, at teir høvdu víst so vánaligt avrik serliga í 1. hálvleiki:
- Vit hildu okkum vera væl fyri, men tað var skjótt, at tað kendist, at NSÍ var omaná. Vit fingu ikki frið, og tað kennist rættuliga strevið, tá ið tú støðugt verður trýstur soleiðis, sum vit vóru á miðvøllinum og í verjuni, sigur Egil á Bø, liðformaður hjá EB/Streymi.
- Fyrsta og triðja málið eru framúr væl skotin. Eg hevði ikki roknað við, at Christian Høgni fór at skjóta. Hann hevði fleiri møguleikar at spæla leysar viðspælarar, men hann valdi skotið, og tað var vorðið sum skot. Eg vænti, at hann hevði fingið onkra skolu frá viðspælarunum, um hann ikki hevði havt fingið mál. Í sambandi við næsta málið eru vit ikki nóg ansnir í verjuni.
Hvat varð tosað um í steðginum?
- At vit skuldu vísa betri hugburð, og at vit skuldu leypa á. Vit broyttu eitt sindur upp á liðið, og vit trýstu teir eitt sindur. Vit fingu tvey mál, og vit kundu kanska havt fingið okkurt afturat, men teir høvdu eisini sínar møguleikar. At vit megnaðu at skjóta tvey mál fer at hava týdning fyri moralin. Tað hevði verið tyngri at fyrireika seg til næstu uppgávuna, um vit høvdu havt tapt stórt í Runavík, heldur Egil á Bø.